Toftamenn iðra seg, og tað er væl skiljandi. Teir vóru stórfavorittar ímóti TB, men á grasinum á Svangaskarði megnaðu teir ikki at fáa mál, og harvið fingu teir bara eitt stig burturúr. Um teir høvdu fingið fulla úrtøku, so høvdu teir verið undir liðini á grannunum úr NSÍ og bara tvey stig frá oddaplássinum hjá HB.
Á Tvøroyri er lagið gott.
? Tá vit mikukvøldið vóru á Eiði, var ætlanin at vinna dystin. Vit taptu 4?0, men tað haldi eg var ríkiliga nógv. Ta ferðina vóru vit óhepnir í 1. hálvleiki. Hesa ferð høvdu vit umskipað liðið. Vit fóru á Toftir eftir málleysa javnleikinum, og vit fingu hann. Eg má rósa spælarunum fyri eitt disiplinerað og gott avrik, er skoðsmálið, sum Lynge Nielsen hevur til sínar spælarar dagen derpå.
TB venjarin hevði gjørt radikalar broytingar. Sasha var tøkur aftur, og tað kom væl við, tí undir venjing fríggjakvøldið fekk Allan Michelsen ein vøddaskaða. Óli Johannesen var hesa ferð aftasti maður í verjuni, og har brúkti hann allar sínar royndir, tá hann stýrdi verjuni. Vladimir hevði sum høvuðsuppgávu at taka sær av Anders Nygaard, og tað megnaði hann sera væl. Anders var onkra ferðina tætt við, men tað eydnaðist honum ongantíð at koma púra leysur.
Lítið hugflog
B68 tóktist taka uppgávuna í álvara, men teir megnaðu ongantíð at vísa, hvør nátúrligi munurin eigur at vera á einum liði, sum stríðist fyri at hanga uppi í kappingini um meistaraskapin og eitt lið, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.
B68 fekk ikki ferðina upp, og harvið eydnaðist tað væl hjá TB at byrgja fyri í borðunum. Arnold Joensen og Øssur Hansen komu sjáldan til baklinjuna, og tað var ongantíð soleiðis, at innleggini gjørdust vandamikil, og tað kom so at siga ikki fyri, at onkrir av góðu bóltspælarunum megnaðu at sneiða seg leysar av mótstøðumonnunum og harvið skapa yvirtalsstøður.
Lars Müller var góður í TB málinum, og Óli Johannesen var avgjørdur, tá hann ruddaði upp.
? Tað einasta, sum restaði, var, at TB í einum mótálopi skoraði eitt mál og harvið fór við øllum, men tað hevði verið ov nógv av tí góða, siga teir á Toftum.
Dan Mortensen og Sasha mannaðu TB álopið, men teirra uppgáva var fyrst og fremst at taka lut í verjuspælinum, sum eydnaðist stak væl. Onkra ferðina smekkaðu TB spælararnir langt og høgt, men teir royndu eisini at spæla ímillum sín fyri at draga tíðina út.
Um B68 skal vera millum toppliðini, so eiga teir at vinna á heimavølli ímóti TB. Teir eru avgjørdir í, at teir ikki undirmettu TB, sjálvt um fleiri teirra mikukvøldið sóu teir tapa 4?0 á Mølini á Eiði. Tað hava teir ivaleyst upp á ein máta rætt í, men hugburðurin og avrikið stóðu ikki mát við tað, sum roknast kann við av oddaliði. Fróði Benjaminsen og Fríðin Ziskason vóru ikki tøkir. Men tá spælarar ofta eru leikbannaðir, mugu teir, sum eru eftir vera førir fyri at lyfta liðið, um tað skal vera í toppinum. Hesa ferð dumpaðu toftamenn. At tað var rómur millum tvørámenn var ikki at undrast á.
B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Bogi Petersen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen
TB: Lars Müller ? Nebosja Urtajl, Óli Johannesen, Vladimir Matijvic, Milan Cimburovic ? Bárður Dimon, Craig Dean, Einar Petersen, Jón Johannesen ? Dan Mortensen, Alexander Radosavljevic