Botnliðið vann á Argjum

1. DEILD: Millum fleiri, sum vanliga spæla á besta liðnum, og sum í kvøld vóru á KÍ liðnum á Argjum, var Ivar Sollie Rønning, sum skoraði hattrikk

Undan ólavsøkuumfarinum var KÍ niðast á støðutalvuni við 12 stigum fyri 15 dystir, og AB var á fimta plássi við 19 stigum fyri 13 dystir.

 

Seint seinnapartin hittust AB og KÍ í góðveðrinum á Argjum. KÍ vann 3-2 og umframt við trimum stigum fóru gestirnir til hús við ólavsøkusteypinum.

 

Tað hevur gingið illa hjá KÍ higartil í ár. At ólavsøkudysturin hjá besta liðnum ímóti HB er útsettur hevði við sær, at fleiri av teimum, sum plaga at vera við til at manna besta liðið, vóru á næstbesta liðnum í kvøld: Jesper Brinck, Jesper Van Der Heyden, Páll A. Klettskarð og Ivar Sollie Rønning.

 

Hesin síðst nevndi var serliga eyðsýndur á Argjum í dag, tí hann skoraði øll trý KÍ málini.

 

Jesper Brinck átti uppleggið, tá ið Ivar Sollie Rønning í sjeynda minutti setti hol á.

 

Tá ið eitt korter var farið, svaraði AB aftur. Málskjútti var Símin Hansen, og Rógvi Skála átti uppleggið.

 

Fimm minuttir undan steðginum var Ivar Sollie Rønning aftur upp á spæl. Tá átti Jasper Van Der Heyden, sum í fjør spældi við AB, uppleggið.

 

Tveir minuttir seinni var 2-2, og aftur var tað Símin Hansen, sum var AB málskjútti. Uppleggið átti Rógvi Poulsen.

 

3-2 KÍ sigursmálið skoraði Ivar Sollie Rønning, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Uppleggið átti Jesper Brinck.

 

22 ára gamli Anders Ploughmann Nagel vardi AB málið fyri fyrstu ferð í dag. Hann er fyri stuttum fluttur úr Viby í danmarksseriuni.

 

AB hevur í summar fingið fleiri aðrar nýggjar spælarar. Tveir teirra vóru millum teir fyrstu ellivu. Annar er 19 ára gamli Mads Zaar, ið er vongur, sum hevur spælt við U-19 liðnum hjá Esbjerg, og hin er 19 ára gamli Adis Murati, ið er framrættaður spælari, sum eisini hevur spælt við U-19 liðnum hjá Esbjerg.

 

KÍ hevur nú 15 stig, og leygardagin skal liðið spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy, sum hevur 12 stig.

 

AB skal leygardagin spæla á útivølli ímóti NSÍ.