Botnliðini hittast longu nú sunnudagin

Luttøkan hjá KÍ og B36 í Europa er orsøkin til, at uppgerðin á Skálafjørðinum er framskundað

Í gjárkvøldið skoraði Pætur J. Petersen bæði málini hjá HB við høvdinum, tá ið Víkingur í Gundadali tapti 2-1

Soleiðis sum støðutalvan sær út eftitr 16. umfar, so eru tað Skála og B68, ið eru undir niðurflytingarstrikuni. Øll liðini hava spælt 16 dystir uttan B36 og Skála. Teirra dystur, sum sambært skránni átti at havt verið sunnudagin, varð leygarkvøldið útsettur.

 

Í kvøld skal B36 spæla í Viborg, og í annaðkvøld skal KÍ spæla í Kosovo. Í næstu viku skulu B36 og KÍ spæla á heimavølli í Europa Conference League. Tí er avrátt, at hesi bæði feløgini fáa frið at hugsavna seg um europeisku avbjóðingarnar, og at B68 og Skála spæla landskappingardyst á Svangaskarði sunnudagin. Hetta er dystur, sum sambært upprunaligu skránni var settur at vera í 27. og síðsta umfari.

 

 

 

Skráin komandi vikuskifti sær nú soleiðis út:

 

Víkingur – 07 Vestur: Eivind Bodding leygardagin kl. 15.00

 

NSÍ – EB/Streymur: Petur Reinert sunnudagin kl. 15.00

 

B68 – Skála: sunnudagin kl. 16.00

 

HB – AB: Dagfinn Forná sunnudagin kl. 15.00

 

-

 

16151045446
Víkingur161213471437
HB16943301931
B3615717261422
EB/Streymur16637223121
07 Vestur16538203618
AB16529244417
NSÍ165011214015
B68163211133511
Skála1515917278

Í gjárkvøldið skoraði Pætur J. Petersen bæði málini hjá HB við høvdinum, tá ið Víkingur í Gundadali tapti 2-1