Eftir dystirnar í vikuskiftinum, hevur kvinnuliðið hjá GÍ togað seg upp á javnt við tvey onnur kvinnulið í aftara enda av stigatalvuni.
Undan dystunum leygardagin lógu VB og Stjørnan við tveimum stigum, meðan GÍ var aftast við ongum stigi.
Stjørnan spældi á heimavølli móti StÍF, og eftir ein javnan fyrra hálvleik, dróg StÍF frá Stjørnuni í seinna hálvleiki. Endin var at StÍF vann 25-21.
Á Kambsdali var spennandi botndysturin millum GÍ og VB. Har vann Gí við greiðum muni, úrslitið var 28-19.
Stjørnan, VB og GÍ liggja tí øll á jøvnum við tveimum stigum í part. Langt er upp til hini liðini í kappingini, sum eru StÍF, Kyndil og Neistin. StÍF hevur nú 8 stig, tað sama sum Neistin, og Kyndil hevur seks stig.
Mikukvøldið spæla Neistin og Kyndil toppdyst í Havn.