Boy George sum reggae stjørna

Ummælarin hjá bretska blaðnum The Independent, var ein av teimum 350 fólkunum, ið vóru við tá Boy George enn einaferð royndi at geva síni yrkisleið sum tónleikara nýtt lív.


Seinastu árini hava rúsevnir, porno og løgreglumál merkt yvirskriftirnar um Boy George. Men ummælið, av konsertini við tí nú munandi klænra Boy George, er sera jaligt. Nýggi tónleikastílurin er reggae, og fer so við aftur til stílín í lagnum Do You Really Want To Hurt Me, sum var hansara upprunaliga gjøgnumbrot. Men hesaferð er tónleikurin ikki bert reggaekendur men gjøgnumført reggae. Løgini fáa eisini sera jalig ummæli, og fleiri verða spádd møguligan hittstatus.