Oljuleiting á Atlantsmótinum
Eftir fyrst at hava frætt, at hvørki Statoil ella BP høvdu gjørt nakað fund á føroyska landgrunninum, komu so meira bjartskygdu tíðindini um, at Amerada Hess hevði gjørt eitt fund. Nú koma so ófrættatíðindi um, at enn ein boring hjá BP er eitt vónbrot. Komandi tvey árini fara tí at vera rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá Atlantsmótinum og harvið eisini eini komandi føroyskari oljuvinnu
Søgurnar, sum hava gingið um, at spennandi brunnurin hjá BP, Assynt beint við føroyska markið, er turrur, verða nú eisini umrøddar í oljublaðnum Upstream. Sambart blaðnum14. desember var boringin í tí mest eftirspurda blokkinum á bretskum øki í seinasta (19.) útbjóðinarumfarinum, eitt vónbrot. BP og Shell mugu tí til at endurskoða alla sína vitan og meting av jarðfrøðini í hesum økinum, áðrenn tey kunnu bora tann næsta av brunnunum, sum tey hava bundið seg til í teiginum 204/18. Assynt varð mett at vera eitt sokallað ?low risk prospect? tvs. eitt øki, har góður møguleiki var fyri at finna olju, tí tað líktist nógv jarðfrøðini, har verandi keldur Foinaven og Schiehallion liggja nærhendis. Tí verður hildið, at skeivu metingarnar eru eitt stórt afturstig fyri bæði BP og Shell. Møguliga ger tað sama seg galdandi í hesum brunninum sum tað, ið hendi við boringini hjá somu feløgum á føroyska økinum. Hóast oljuspor var Svínoyarbrunnurin eisini eitt vónbrot. Og nú báðir brunnarnir hava bygt á royndirnar og jarðfrøðina í sambandi við Foinaven og Schiehallion í grannalagnum, eru feløgini noydd til at fara aftur til tekniborðið og endurskoða sín seismikk. Helst hava báðar miseydnaðu boringarnar kostað oljufeløgunum einar 400 til 500 mill. kr. Svínoyarbrunnurin einsamallur mundi kosta einar 250 mill. kr. Hóast BP er risastórt felag, sum borar kring allan heim, so munnu hesar ?burturspiltu? milliónirnar kortini hava sett í gongd ristingar í fyritøkuni, sum annars hevði mett nettupp hesar báðar brunnarnar á Atlantsmótinum fyri sikkur mál. At tað eisini varð sett arbeiðsbólkur til at fara undir at fyrireika eina skjóta framleiðslu frá báðum brunnunum sigur heldur ikki so lítið um, hvussu vísir teir hjá BP vóru í síni søk.
Bora fýra brunnar
BP og Shell hava bundið seg til at bora fýra brunnar aftrat í hesum báðum økjunum. Tveir í loyvinum á føroyska landgrunninum og tveir í loyvinum bretsku megin markið. So tað er greitt, at serfrøðingarnir fara at hugsa seg sera væl um, áðrenn tað aftur verður sett út í kortið. Fyri leitingina við Føroyar má sigast, at hetta er óheppið, tí tað var nettupp gitt, at eitt BP fund í økinum fór at skunda undir komandi nýggja framleiðslu. Nú verður tann ætlanin skotin nakað væl út í framtíðina. At feløgini kortini hava vónir til økið er møguliga lønanndi fundið hjá Hess í økinum eitt prógv um. Men heldur ikki í tí førinum er nøkur vissa um, at talan er um eitt rakstrarverdugt fund. Nú verður so bíðað eftir, at Hess skal bora í bretskum øki næsta ár. Eisini verður í oljuvinnuni bíðað við spenningi eftir komandi boringum hjá Texaco og Phillips, eisini í bretskum øki skamt frá markinum.
Phillips borar neyvan í ár
Fyri føroyingar hevur tað stóran áhuga, um oljufeløg fara at bora beint hinumegin markið í hesum árinum. Roknað verður við, at Hess fer at bora men spurningurin um Phillips fer at bora er meira óvissur. Sosialurin hevur fingið upplýst frá vælvitandi keldum, at Phillips sum eisini samstarvar við Statoil í bretskum øki, neyvan fer at bora í ár. Ein orsøkin sigst vera, at felagið, sum annars ætlaði at bora í ár, eftir Hess fundið hevur gjørt at av kanna seismikk og økið av nýggjum. Helst er tað so, at Phillips hevur hugt eftir somu strukturum sum feløgini á føroyska økinum gjørdu men einki funnu. Tvs. at neyðugt verður at fara longur niður í undirgrundina við borinum og tí má seismiska arbeiðið eftir øllum at døma gerast umaftur. Lynnda Robson, leiðari á kunningardeildini hjá Philips í Bretlandi sigur, at tey ikki í løtuni hava nakra boriætlan klára. Hon vísir annars á, at arbeitt verður við at leggja Philips og Conoco saman, og helst fara partaeigararnir at taka støðu til tað í februar. Síðani skal málið fyri amerikanska myndugleikar, so tað samanleggingin verður neyvan veruleiki fyrr enn seint í heyst. Hon viml tí ikki siga, um ein samanlegging fer at hava ávirkan á áhugan hjá Philips á Atlantsmótinum.
Hess borar í øðrum ársfjórðingi
Ben Arabo frá Amerada Hess sigur, at teir helst fara at bora í breskum øki í øðrum ársfjórðingi í ár. Hetta verður ein brunnur, sum má metast sum ein avmarkingarbrunnur til fundið, ið Hess hevur gjørt á føroyska landgrunninum. Teir skulu brúka West Navion til uppgávuna. Sosialurin skilur frá oljukeldum í Aberdeen, at Amerada Hess hevur gjørt av at bora í føroyskum øki í ár eisini. Men tað vil Ben Arabo hvørki vátta ella avsanna. Tað skilst, at hetta er ikki ómøguligt. Hann dugir annars ikki at siga, um teir fara at servicera boringina í bretskum øki frá føroyskum veitarum. Talan er um eina bretska boring, so tað merkir, at veitararnir verða úr Skotlandi. Men Hess arbeiðir við eini ætlan, har felagið kann veita vørur og tænastur í arbeiðinum vestan fyri Hetland frá føroyskum støðum.
Sosialurin skilur annars, at Hessfundið nýtist ikki at vera nakað stórt fund. Porøsiteturin tvs. hvussu væl olja kann renna úr steininum er ikki tann allarbesti og tí skulu aðar fortreytir helst verða til steðar fyri at feltið kann liva upp til at gerast ein lønandi framleiðsla. Men tað er so óvist enn.
Hvat hinum stóra fyristøðufelagnum, sum hevur leitiloyvi í brestkum í, Texaco, so er ógreitt, hvat teir fara at fyritaka sær. Men tað ljóðar, at teir royna at fáa Sovereign Explorer til uppgávuna. Ein av teirra lisensum liggur beint síðuna av loyvinum hjá Agip og Føroya Kolvetni. Texaco er annars eisini við í einum av loyvunum hjá Amerada Hess í bretskum øki eisini.