Brúk er fyri vinnulívsráðnum

Hóskvøldið helt Vinnulívsráðið í Klaksvík aðalfund sín.

Fundarfólkið var púrasta samt um, at tørvur er á einum Vinnulívsráði í størsta fiskivinnubýi okkara

- Tað er brúk fyri ráðnum, serliga tá hugsað verður um tær stóru broytingarnar, sum longu eru at merkja og sum koma at merkja Klaksvík í framtíðini.

- Hesa broytingarnar fara at síggjast aftur, bæði innan vinnuna, men eisini innan mynstrið við búsetingum.

Hetta var nakað av tí, sum varð tikið fram á hesum fundinum, sum í roynd og veru varð hildin sama dag sum Íverksetarahúsið í Klaksvík alment varð tikið í nýtslu.

Hetta skuldi alt verið tekin um, at møguleikar eru fyri at býurin kann menna seg enn meiri í framtíðini. Hesa gongdina ynskir Vinnulívsráðið somuleiðis at verða við í.

Á fundinum bar Jógvan við Keldu seg undan afturvali. Hann hevur annars verið formaður nærum øll árini, síðani Vinnulívsráðið varð stovnað fyri 15 árum síðani.



300 partafeløg

Nógv hevur verið tosað um týdningin av Norðoyatunlinum og hvørja ávirkan hesin hevur havt og hevur á menningina í Klaksvík.

Staðfestast kann, at samskiftið til og úr býnum er meiri enn 10-faldað síðani apríl mánað í fjør.

- So tað er greitt, at næststørsti býur okkara er mitt í eini stórari broytingartíð. Her er tað uppgávan hjá ráðnum at fylgja við gongdini.

- Vit ynskja eisini at vera við til at skorða undir, soleiðis at Klaksvík kann mennast í hesi broytingartíðini. Vit vilja gera okkara til at býurin fær eitt positivt vinnuumhvørvi, varð sagt.

Ella sum tann eini nevndarlimurin, Rani Nolsøe tekur til: - Fær vinnulívið teir bestu karmarnar, so levera tey eisini tað besta frá sær!

Í Klaksvík eru í dag umleið 300 partafeløg, sum takast við mangar ymiskar vinnur. Serliga eru tað fiskivinnan og tænastur, sum eru knýttar at henni, sum sermerkja vinnulívið.

Nývalda nevndin í Vinnulívsráðnum er eisini rættiliga breitt umboðað. Í henni sita Karl Birgir Isaksen frá KBI, Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum, Hilmar Danielsen frá El-in, Elsebeth Poulsen fra NFCS og Heini Hansen frá Com-Data.