Nú er ætlanin at skráseta heitar keldur runt um í Føroyum við tí í hyggju at gagnnýta orkuna til at hita hús upp við. Tað upplýsti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum, í Løgtinginum í gjár.
Í Løgtinginum í gjár, spurdi Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, landsstýrismannin um nakað verður gjørt fyri at gagnnýta hesa orkuna sum tær heitu keldurnar eru. Hann heldur nevniliga, at hetta er ein orskukelda, sum eigur at verða gagnýtt afturat vatni, vindi og sólorku.
Helgi Abrahamsen sigur, at tað stendur í samgonguskjalinum, at heitar keldur skulu skrásetast og kannast og tað er eisini nakað, Jarðfeingi hevur víst áhuga fyri.
Hann sigur, at fyri nøkrum árum síðani varð ein heit kelda funnin í Kollafirði. Vatnið í henni er 27 stig og har renna 15 tons úr henni um tíman. Tað er nokk til at halda eini 150 vanlig sethús heit.
Men seinastu tíðina hevur samband verið við Tórshavnar Kommunu við tí endamáli at brúka vatnið til at hita kommunalar bygningar, og tá kunnu eisini onnur fáa gagn av tí.
Ætlanin er nú at skrásetar hesar keldurnar nágreiniligari við tí í hyggju at fáa greiði á, hvussu nógv orka er í hesum heitum keldunum, og í hvønn mun hon kann gera gagn.
Hann er samdur í, at hetta er ein møguleiki, vit eiga at kanna nærri og nú er ætlanin at seta ferð á tað.
Fleiri løgtingslimir heita á hann um at seta ferð á arbeiðið, fyri at fáa greiði á, hvussu nógva orku, talan er um