Danska stjórnin ætlar nú at seta 15 milliónir krónur av á fíggjarlógini til at kunna danir um ríkisfelagsskapin.
Samstundis stendur í einum borgarauppskoti, at ríkisfelagsskapurin skal vera kravd lærugrein í fólkaskúlanum. Og tað skal upplýsing um Føroyar og Grønland skal eisini verða. Eitt borgarauppskot er eitt uppskot frá borgarum, og sum við 50.000 undirskriftum kann verða lagt fyri Fólkatingi sum lógaruppskot.
Hetta er eitt mál, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tekur sær heiðurina av og í eini fráboðan í morgun sigur hann, at hetta er eitt sjónarmið, hann fleiri ferðir hevur borið fram á Fólkatingi og í almenna orðaskiftinum í Danmark.
Í hesum sambandi vísur hann til kanningin, Javnaðarflokkurin gjørdi í 2013, og sum vísti, at vitanin millum danir var avmarkað. Serliga var tað spurningurin um danskar peningaligar veitingar til Føroya, sum danir vistu lítið um, tí bara seks prosent vistu, at blokkstuðulin til Føroyar er minni er ein milliard.
– Hetta hevur so havt við sær, at danskir myndugleikar, eisini í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi, hava gjørt undirvísingartilfar til danska fólkaskúlan.
– Men í onkrum førum hevur samstarvið verið ov lítið, og sumt av tilfarinum hevur meira styrkt fordómarnar enn vitanina, sigur Sjúrður Skaale.
Í fjør heitti hann tískil á stjórnina um at rætta tilfarið og at gera undirvísing um Føroyar og Grønland til ein kravdan part av undirvísingarætlanini.
– Rættingarnar vórðu gjørdar beinan vegin, men stjórnin vildi ikki taka avgerandi stigið og gera undirvísing um Føroyar til ein kravdan part av tímatalvuni. Men afturfyri er ætlanin at seta 15 milliónir av á fíggjarlógini næsta ár til at økja um kunnleikan um Ríkisfelagskapin.
- Hetta vísir, at tað hevur givið úrslit at vísa á skeivleikarnar inni í politisku skipanini. Og borgarauppskotið, sum nú er lagt fram, vísir, at tað eisini ger mun at føra hetta fram í almenna orðaskiftinum, sigur Sjúrður Skaale.
- Føroyar brúka sera nógva tíð, pengar og orku til at læra børnini danskt mál og geva teimum kunnleika um Danmark, og tí líkist tað ongum, at tað framvegis ber til at ganga 10 ár í einum danskum fólkaskúla uttan at hava nakað um Føroyar yvirhøvur, heldur fólkatingsmaðurin.