Eins og við stóru Allianz Arena í Munchen, so skal nýggja multiarenan klæðast við hópatals ljós-diodum. Tá ber til at hava alt stadion í litunum hjá FC Amager, tá felagið hevur sínar heimadystir, meðan øll fasadan kann nýtast til boðskapir um hvat tað skal vera til aðrar tíðir. Bæði sum lýsingarpláss at selja og til siga frá, hvørji events verða hildin á leikvøllinum.