Brúkaraprísirnir eru farnir 0,9 prosent niður seinastu 12 mánaðirnar

Frá fyrsta til annan ársfjórðing 2009 fór brúkaraprístalið 0,6 prosent niður. Tað er triði ársfjórðingur upp í slag, at brúkaraprístalið lækkar, skrivar Hagstovan. Samanborið við annan ársfjórðing í 2008 er brúkaraprístalið lækkað 0,9 prosent.

Rentulækking á íbúðalánum toga brúkaraprístalið niður annan ársfjórðing

Brúkaraprístalið fór 0,6 prosent niður frá fyrsta ársfjórðingi til annan ársfjórðing 2009, úr 116,1 niður í 115,4. Rentan á íbúðalánum er farin 11,8 prosent niður og hevur mestu ávirkanina á prísfallið.

Eisini prísirnir á nógvum matvørum eru lækkaðir seinasta ársfjórðingin, mest á frukt og grønmeti, sum eru farnir ávikavist 2,3 og 1,7 prosent niður.

Seinasta ársfjórðingin hevur mesti prísvøkstur verið í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur, sum eru farnar 2,4 prosent upp. Hesin prísvøkstur stavar frá hækkandi prísum á dagstovnaplássum og tryggingum. Nýtslubólkurin flutningur er farin 1,4 prosent upp, mest tí brennievni til akfør er dýrkað.

Bíligari brennievni meginorsøk til negativa árliga prísvøksturin

Annan ársfjórðing 2009 vóru brúkaraprísirnir í miðal 0,9 prosent lægri enn sama ársfjórðing í 2008.

Hóast prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir seinasta ársfjórðingin, vóru teir annan ársfjórðing 22,7 prosent lægri enn annan ársfjórðing í 2008. Og saman við príslækkingini á brenniolju til húsarhald upp á 36,5 prosent, er hetta meginorsøkin til negativa árliga prísvøksturin.

Frítíð og mentan er farið 1,2 prosent niður, serliga orsakað av lægri prísum á uttanlandsferðum og móttøku- og endurgevingartólum.

Men hóast príslækking hevur verið seinasta árið, eru tað fleiri nýtslubólkar, ið eru vorðnir dýrar.