Teir tóku land 4:
Tað tók sína tíð at fáa útróðurin hjá føroyingum at rigga í Føroyingahavnini. Tey stóru árini miðskeiðis í fimtiárunum, vóru so nógvir trupulleikar og eisini illstøða, at summir menn skjótt ikki løgdu í at fara yviraftur.
Hetta skilst á teirri nðggju bókini hjá Jógvani Arge um føroyingar, sum tóku land í Grønlandi. Hetta er fjórða bókin, sum kemur um evnið, og hendan er ikki minni áhugaverd enn hinar fyrru.
Høvundurin sigur í formælinum, at Grønland hevur havt so ómetaligan týdning fyri føroyingar, og føroyingar hava verið so nógv í Grønlandi, at tað er næstan onki mark fyri, hvussu nógv kann skrivast um evnið.
Fyrsta árið, L/F Grønlandsfelagið beyð sær til at hjálpa útróðrarmonnum við farti, mundu teir ikki sloppið yvir, tí dampararnir vóru ov smáir. Tá felagið skuldi taka móti tí feska fiskinum frá teimum, var orkan á Nordafar ov lítil, og tá saltfiskurin varð avroknaður á ólavsøku, hildu menninir seg fáa ov lítlan prís.
Meginparturin sleit við Grønlandsfelagið og tók samband við tað nýstovnaða Samvinnufelag Fiskimanna, har Føroya Fiskimannafelag var ein høvuðseigari. Samvinnufelagið seldi fiskin fyri betri prís, men damparin var so seinur yvir, at menninir nærum svøltaðu í Føroyingahavnini.
Summir fóru til Godthåb at keypa mat. Aðrir gingu niðan á Skinderhvalen at skjóta fugl við hjálparmonnum hjá kontrollørinum í hølinum, og fekst ikki annað kjøt, so kundi av illum ein revur steikjast og etast.
Á heimferðini gingu menn á ein sekk av turrum fiski, sum sørvingurin Hans Niklái Joensen hevði í viðføri. Har var ongin fiskur eftir, tá hann kom til hús.
Nordafarbátarnir koma
Grønlandsfelagið væntaði ikki nógvar føroyskar bátar yvir til sín í 1955 og strongdi tí á Nordafar at keypa nakrar bátar at avreiða fisk til støðina. Norðmenninir mutaðu ímóti, men játtaðu til endans og skipaðu fyri at keypa og umbyggja 10 avlagdar snurpubátar.
Teir vórðu førdir til Grønlands, og einir sjey vórðu mannaðir við føroyingum. Útróðrarmenninir lótu ikki væl at. Bátarnir vóru ikki lidnir, tá teir komu, og lóku illa.
Teir vóru eisini útgjørdir við gassi til kóking og hita, og hetta tóktist monnum hættisligt. Summir kendu seg illa, tá teir høvdu blundað í lugarinum, og einaferð hendi ein spronging, sum hevði stóran skaða við sær.
Jens Jacob Niclasen og Eigil Rasmussen í Miðvági vóru ein morgunin farnir at starta NDF 1. Meðan Eigil fæst við hetta undir stýrhúsinum, hendir ein sterk spronging, og hann verður slongdur um koll.
Eldur kom í bæði bát og mann, men honum eydnaðist at trilva seg upp gjøgnum leytaran, út á dekkið og stoyta seg á sjógv. Fyrstu ferð, hann stoytti seg, endaði hann niðri í lítla báti, sum lá bundin við síðuna, men aðru ferð kom hann á sjógv, og eldurin slóknaði.
Menn komu beinanvegin til hjálpar og fluttu Eigil á sjúkrahúsið, sum var beint við. Har lá hann leingi og varð viðgjørdur fyri álvarsom brunasár á hondum og andliti. Jens Jacob mátti eisini undir læknahond fyri brunasár, serliga um hendurnar.
NDF 1 varð vrak av hesi hending.
Norðmenn
koma við snelluni
Hetta árið var norðmaðurin Dagfin Giske í Føroyingahavnini við einum nýggjum aluminiumsbáti, sum var 32 fót. Hann var útgjørdur við norskari snellu. Hon royndist óføra væl, og Giske segði, at tað var sjáldan, teir fingu færri enn fimm á í senn.
Teir vóru tríggir mans og fingu tilsamans 50 tons av toski. Tá høvdu teir spilt tvær vikur burtur til kalvafiskiskap, sum bara gav eitt tons.
Snellan hjá Giske fekk stóran týdning fyri føroyskar fiskimenn. Onkur fekk eina snellu heim við, og tá bátarnir byrjaðu útróðurin í 1956, vóru fleiri, sum vildi hava snellu.
Miðvingurin Harry Birtilíð skrivaði heim úr Føroyingahavnini, at útróðrarbátarnir har fyri tað mesta brúktu ?snellur?. Menn lótu væl at hesum nýggja reiðskapi, tí hann fiskaði so skjótt ? upp í 10 fiskar upp á dráttin.
Hetta árið mannaði Nordafar bara fýra bátar, og teir privatu vóru ikki stórt fleiri. Dávur Thomassen í Kvívík var við pápa sínum Djóna við einum NDF-báti.
Tá august var reiðiliga komin, var gott veður og ørgrynna av flotfiski. Bátarnir í Føroyingahavnini høvdu frálíka góðan fiskiskap.
Carl Johannesen á Sandi var formaður á NDF 5. Teir byrjaðu við vanligum snøri, men fingu ikki so nógv. So varnaðist hann, at aðrir, sum høvdu snellu, drógu. Hann skifti snørini út frá degi til dags og setti snellur upp í staðin.
Gongd kemur á aftur
Í 1957 bragdaði rættiliga hjá útróðrarmonnunum í Grønlandi. Í Ravnsoynni gjørdu teir eitt rokár, sum sjáldan áður, og fiskiskapurin hjá teimum fáu bátunum í Føroyingahavnini var eisini góður.
Av tí, at inntøkumøguleikarnir í Íslandi minkaðu orsakað av ótryggum gjaldoyraviðurskiftum, vildu nógvir menn sleppa til Grønlands at rógva út í 1958. Talið av føroyskum útróðrarbátum tvífaldaðist úr 31 upp í 62. Serliga komu nógvir nýggir mans í Føroyingahavnina.
Hetta kravdi, at teir bygdu sær nýggjar skúrar. Vestmenningar bygdu á suðurarminum, hvalbingar og víkarmenn í Dagsmarsvík, sørvingar í Birtuvíkini og skopuningar innrættaðu sær ein skúr hjá ?Atlantsfarinum? í Lektaravíkini.
Niels Juel var á reportasjuferð í Grønlandi fyri útvarpið. Hann gekk hús úr húsi í Ravnsoynni, og fekk eisini eitt prát við Hans Jacob Ellingsgaard, sum nú tók við sum trúboðari og formaður. Árið eftir bygdi hann sjómansheim í Syðru havn.
Fyrsti maður, útvarpið hitti í Føroyingahavnini, var klaksvíkarprestur Jóhan Nielsen. Hann kom út á ?Karin K? eftir posti fyri sjómansheimið. Jóhan var farin yvir at víga sjómansheimið inni við Nordafar og hevði ikki fingið fart heim aftur enn.
Og á sjómansheiminum gjørdi Niels Juel eitt lítið hál. Har hitti hann ein mann, sum hevð verið í Grønlandi longu í 1914 ? aðru ferð føroysk skip vóru har á royndarveiðu. Tað var sørvingurin Ísak Jacobsen, sum nú búði í Fuglafirði. 1958 var hansara fyrsta ár sum útróðrarmaður í Grønlandi.
Bókin komin
Bókin Teir tóku land 4 greiðir frá mongum øðrum um føroyingar í Grønlandi. Hon er yvir 200 síður og er prýdd við 150 myndum og kortum. Anker Eli Petersen hevur teknað kort og kápu. Hestprent hevur framleitt. Bókin kostar 299 kr. í bókabúðum og handlum.