Bragd: Fingu eitt stig í Montenegro

Føroyar gjørdu tað, sum mong hildu vera ómøguligt. Javnt í Montenegro og dreyma EM-byrjan!

Føroyska manslandsliðið setti seinnapartin hol á nýggju EM-undankappingina, tá ið tað í fyrsta umfari snúði seg um trupla uppgávu á útivølli ímóti Montenegro. Dysturin varð spældur í høvuðsstaðnum Podgorica, og hann byrjaði kl.16.30 føroyska tíð.


Føroyar byrjaðu dystin væl. Verjan stóð væl og somuleiðis Nicholas Satchwell í málinum, og hetta var viðvirkandi til at Føroyar fingu skapt fyrsta lítla hvøkkin við at koma á odda 3-1. Eftir lítlum korteri fekk eitt annars trýst Montenegro javnað til 4-4, og nú óttaðist ein kanska fyri, at teir fóru at vísa sítt veruliga støði og renna undan føroyingunum.


So var ikki. Umvegis skjótálop og umvegis at renna ella spæla seg framvið tungu heimaverjuna, so hildu Føroyar bara á við at revsa Montenegro. Føroyar drógu frá og komu á odda 9-6, og nú merktist eisini illsinnið hjá heimamonnunum, sum fingu nakrar útvísingar ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Hetta gagnnýttu Føroyar til fulnar.


Endin var, at Føroyar fóru til hálvleiks á odda 15-10. Í álopspartinum riggaði so at siga alt. Hetta minti um ein perfektan hálvleik. Tað er ilt at taka nakran føroying framum, men í álopspartinum høvdu Jónas G. Djurhuus og Nicklas Selvig innstillað kanónina og gingu eisini á odda við málskjótingini í fyrra hálvleiki.


Seinni hálvleikur byrjaði illa. Montenegro fekk tvey skjót mál, og so var aftur nærum púra opið. Villur byrjaðu at sníkja seg inn í føroyska spælið, og nú tóku heimamenninir av í hinum endanum. Tá ið seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, kom Montenegro á odda fyrstuferð í dystinum. Støðan var tá 19-18.


Montenegro var á odda 24-21 tá ið fýra minuttir restaðu í. Teir høvdu beina kós ímóti sigrinum, men føroysku menninir høvdu nakað av krúti eftir enn, og tað skuldi heimaliðið sleppa at smakka eina seinastu ferð. Eftir timeout og tvey skjót føroysk mál var – hóast lítið av tíð var eftir – aftur ein lítil føroysk vón. 24-23.


Innskifti Niklas Simonsen bjargaði 100% møguleika hjá Montenegro at leggja seg á odda við tveimum umleið tíggu sekund fyri leiklok, og so settu Føroyar, sum so mangan í dystinum, ferð á hinvegin. Rókur Akralíð fann Róa Berg Hansen, og kviki vinstri vongurin sveik ikki álitið. Hann sendi bóltin í málið og fullførdi bragdið: 24-24 ímóti Montenegro!


Hetta var ein dreymabyrjan hjá Føroyum, sum leygardagin aftur spælir á útivølli – ta ferðina ímóti olympisku meistarunum og grannunum úr Danmark. Nú kennist næstan sum einki er ómøguligt. Dysturin ímillum Danmark og Føroyar verður í Skjern Bank Arena kl.15.10 føroyska tíð.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá bragdinum í Montenegro, sæst niðanfyri:


Montenegro – Føroyar 24-24 (10-15)

 

Málskjúttar: Jónas G. Djurhuus 6, Rói Berg Hansen 6, Allan Norðberg 3, Nicklas Selvig 3, Rúni Vest Højgaard 3, Helgi H. Hoydal 2, Kjartan Johansen 1

 


Liðugt: 24-24. Eitt risa bragd í fyrsta føroyska EM-dystinum. Eitt stig í Montenegro!


60min.: 24-24. Niklas Simonsen bjargar í evstu løtu, Rókur Akralíð tveitir bóltin fram til Róa Berg Hansen, sum sendir bóltin í málið.


59min.: 45 sekund eru eftir at spæla. Montenegro, sum er í álopi, hevur tikið timeout.


59min.: 24-23. Allan Norðberg av vonginum. Ein minuttur eftir.


57min.: 24-22. Rúni Vest Højgaard fer ígjøgnum og minkar um munin.


56min.: 24-21. Nú skrædnaði.


55min.: 23-21 eftir tvey úrslitaleys føroysk álop.


54min.: 22-21 til heimaliðið.


53min.: 21-21. Rúni Vest Højgaard.


52min.: Nicklas Selvig opið skot av vonginum til at javna, men hann rakar tvørtræið. Hetta kann koma at kosta.


52min.: 21-20. Tvey skjót føroysk mál. Rói Berg Hansen og Kjartan Johansen.


50min.: 21-18. Enn ein mistur føroyskur bóltur. Montenegro fer í skjótálop og skorar. Føroyar taka timeout.


49min.: 20-18. Føroyska verjan er tilstaðar, men kropsstyrkin hjá hinum er øgilig, og teir fáa sent eitt skot avstað óansæð.


47min.: 19-18. Montenegro á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.


46min.: Áki Egilsnes fær tveir minuttir fyri at halda í mótstøðumanni tá ið hann er um at sleppa til frítt skot. Montenegro missir tó bóltin í álopinum.


45min.: 18-18. Nú gekk ikki longur. Montenegro hevur javnað.


44min.: Enn ein føroysk villa. Montenegro fær 100% møguleika at javna, men teir raka á stongina.


43min.: 17-18. Teir bróta ígjøgnum og senda bóltin upp í málhornið.


43min.: 16-18. Sera umráðandi føroyskt mál, sum Rói Berg Hansen fær eftir frálíkt útkast frá Nicholas Satchwell.


41min.: 16-17. Eftir tekniska villu missa Føroyar bóltin og Montenegro skorar eftir mótálop. Føroyar taka timeout.


39min.: 15-17. Heimaliðið hevur fingið gongd í málskjótingina.


38min.: 14-17. Allan Norðberg av høgra vongi.


38min.: 14-16. Aftur eitt dundurskot.


37min.: 13-16. Skotstyrkin hjá hinum er øgilig. Tað hava teir helst fingið boð um at vísa her í seinna hálvleiki.


36min.: Føroyar raka á tvørtræið, men Montenegro fær tveir minuttir útvísing.


35min.: 12-16. Nicholas Satchwell bjargar í hinum endanum og hevur higartil bjargað 46%.


34min.: 12-15. Eitt dundurskot útifrá.


33min.: Tróndur Kragesteen skipar føroyska spælið.


32min.: 11-15. Allan Norðberg fær ikki mál av vonginum. Montenegro fer hinvegin og fær brotskast og mál.


31min.: Jónas G. Djurhuus lendir á bóltinum og fær ilt. Hann verður hjálptur upp aftur og heimafjøldin klappar fyri honum.


31min.: Føroyar býta orkuna ímillum leikararnar. Allan Norðberg og Kjartan Johansen eru inni frá byrjan í seinna hálvleiki heldur enn Áki Egilsnes og Nicklas Selvig. Óivað ein skilagóð avgerð, tí enn er nógv eftir og nógv orka verður brúkt.


Hálvleikur: 10-15. Hetta er ótrúligt. Føroyar hava gjørt stórt sæð alt rætt í fyrra hálvleiki – alt frá málverja, verju og álopi. Heimaáskoðararnir eru púra ovfarnir.


30min.: 10-15. Teir skora við fríkasti tá ið tíðin er farin. Har var hæddin á muni. Lipovina skeyt bóltin upp um føroyska manngarðin.


29min.: Montenegro skjýtur við síðuna av. Føroyar taka timeout at seta eitt seinasta álop upp fyri steðgin.


29min.: 9-15. Eftir drúgt álop staðfestir Jónas G. Djurhuus, at kanónin hjá honum er innstillað. Lúrið skot útifrá inn við handaru stong.


27min.: 9-14. Nú var hepnið við Føroyum, men tað hava vit uppiborið. Bjarging endar beint hjá Nicklasi Selvig, sum sendir bóltin í tómt mál.


26min.: Hans Eli Sigurbjørnsson spælir við heimaverjuna. Hann fer framvið, men verður hildin. Fríkast og útvísing.


25min.: 9-13. Teir eru um at renna seg fastar á vonginum, men úr sera spískum fáa teir eitt bíligt mál.


25min.: Heimaliðið tekur timeout. Tað er einki at siga til. Føroyar hava fingið Montenegro at sæð meira enn ivasamar út.


25min.: 8-13. Vit revsa mistøkini hjá Montenegro beinhart. Hans Eli Sigurbjørnsson er um at gera fet í skjótálop, men fær sent bóltin avstað úr stórari fjarstøðu. Skotið er nóg hart og fer umvegis stongina í málið.


23min.: 8-12. Helgi H. Hoydal av strikuni. Frálíkt.


23min.: 8-11. Skotfinta snýtir føroysku verjuna, og heimaliðið minkar um munin.


22min.: 7-11. Nicklas Selvig fær knappa spæling út á vongin, men er tilreiðar og sendir bóltin í málið. Enn ein útvísing til heimaliðið.


21min.: 7-10. Nicklas Selvig úr spískum á høgra vongi. Montenegro fær tveir minuttir útvísing.


19min.: 7-9. Umvegis brotskast. Niklas Simonsen slapp inn at royna seg í føroyska málinum.


18min.: 6-9. Væl uppsett føroyskt álop, sum endar við at tann væl upplagdi Jónas G. Djurhuus smekkar bóltin í málið.


17min.: 6-8. Verjan hjá Montenegro er stór og sterk, men sanniliga eisini tung, og hevur ilt við at fylgja við kviku føroysku fótbskiftunum. Nú vinnur Hans Eli Sigurbjørnsson Føroyum brotskast, sum Jónas G. Djurhuus umvegis stongina sendir í málið.


16min.: 6-7. Heimaliðið ger skjótt av og langar til útifrá. Gott skot.


16min.: 5-7.Rúni Vest Højgaard fangar bóltin í verjuni og sendir Róa Berg Hansen avstað.


15min.: Venjarin hjá heimaliðnum hevur sæð nóg mikið og tekur timeout. Hann kann ikki vera nøgdur við, at pinkutjóðin Føroyar er á odda.


15min.: 5-6. Helgi H. Hoydal fær brotskast. Jónas G. Djurhuus er ískaldur og lyftir bóltin upp um málverjan og í mál.


14min.: Rógvi Dal-Christiansen fær av óvart ein frammaná og má lata seg útskifta.


14min.: 5-5. Gott yvirtalsspæl heilt út á vongin.


13min.: 4-5.Rúni Vest Højgaard dansar framvið verjuni hjá Montenegro. Brotsskast. Nicklas Selvig tekur av.


12min.: 4-4. Føroyska undirtalsstøðan hevur kostað.


12min.: Tveir minuttir til Jónas G. Djurhuus. Hann rennur væl heim í mótálopi, men dómararnir meta, at hann órógvar skotið


11min.: 3-4. Jónas G. Djurhuus við standandi skoti útifrá, men yvirmannaðu heimamenninir svara aftur beinanvegin.


10min.: 2-3. Ein vakur flúgvari hjá heimaliðnum, og bólturin fer hoppandi í málið hóast væl upplagdi Nicholas Satchwell fær vinstra labba á.


10min.: Enn 1-3. Tveir minuttir til Helga H. Hoydal, sum heldur einum leysum mótstøðumanni.


9min.: Helgi H. Hoydal spældur leysur á strikuni, men bólturin fer upp um. Gyltur møguleiki at fara á odda við trimum,


8min.: Heimaliðið leitar eftir sær sjálvum. Nú tveittu teir ein lættan bólt burtur.


7min.: Áki Egilsnes og Nicklas Selvig eru kvikir í verjuni og fáa Montenegro at gera álopsfeil.


6min.: 1-3.Nicholas Satchwell bjargar veikum skoti, Føroyar seta aftur ferð á hinvegin og Rúni Vest Højgaard ger arbeiðið liðugt.


6min.: Føroyska verjan stendur sera væl hesa fyrstu løtuna.


6min.: Vit eru púra leysir og kunnu økja til 3-1, men málverjin bjargar.


5min.: 1-2. Nicholas Satchwell bjargar. Rói Berg Hansen eftir skjótálop.


3min.: 1-1. Bozovic langar hann í málið.


2min.: 0-1 til Føroyar. Helgi H. Hoydal eftir skjótálop.


2min.: Jónas G. Djurhuus eigur fyrstu skotroyndina, men málverjin hjá Montenegro bjargar.


1min.: 0-0. Dysturin er byrjaður. Makedonia fær einki burturúr fyrsta álopinum.


Undan dystinum: Tjóðsangirnir eru sungnir, so nú restar lítið í til dysturin fer at byrja.


Undan dystinum: Dómarar í dag eru Denis Bolic og Christoph Hurich úr Eysturríki.


Undan dystinum: Hans Eli Sigurbjørnsson er júst komin í hópin sum avloysari fyri Peter Krogh.


Undan dystinum: Føroyar eru uttan ein av sínum profilum, Peter Krogh, sum skal gerast pápi fyri aðru ferð og hevur valt familjuna framum.