Bramsen: Avtalan er við at koma upp á pláss

Sambært verjumálaráðharra Trine Bramsen, so er avtalan um radaran skjótt komin á mál

Til tíðindafund hjá donsku stjórnini í dag greiddu Jeppe Kofod, Trine Bramsen og Mette Frederiksen frá nýggju uttanríkis- og trygdarpolitisku ætlanini hjá donsku stjórnini. Her var serliga tosað um støðuna við Russlandi og Ukraina, men tey tosaðu eisini meira breitt um trygdar og verjupolitikk sum heild. Trine Bramsen segði eitt nú soleiðis:

 

– Tað viktigasta er, at vit standa saman í samgonguni fyri vestan. NATO-samanhaldið er tað sterkasta vápnið, segði verjumálaráðharrin og vísti á, at Danmark hevur økt sítt hernaðarliga íkast til verjuna í økinum. Men danir vilja geva eitt enn størri íkast segði hon, og her vísti hon á arktiska kapacitetspakkan frá í fjør, sum radarin í Føroyum var ein partur av.  

 

– Hetta er ein pakki, sum vit eru við at fáa upp á pláss. Men hetta verður neyvan síðsta stóra avtalan um verju, segði Trine Bramsen.

 

Hvat hon og føroyska landsstýrið hava avtalað, vita vit ikki, men vit vita í hvussu er, at samgongan als ikki er samd um, hvussu avtalan við donsku stjórnina um radaran skal síggja út. 

 

Andreas Krog, sum er Arktis-redaktørur hjá miðlinum Altinget, setti í hesum sambandi uttanríkismálaráðharra Jeppe Kofod ein spurning. Hann spurdi, um Føroyar og Grønland hava sagt ja til ætlanirnar hjá donsku stjórnini. Kofod svaraði:

 

– Vit hava eitt sera gott samstarv við Grønland og Føroyar. Vit hava eitt nú gjørt eina nýggja samstarvsnevnd. Men tað er eingin ivi um, at vit liva í einari verð, har vit ikki mugu vera naiv,  segði danski uttanríkismálaráðarrin og vísti á vandar við kritiskum instrasturkturi og cyberálopum.

 

Men hava tey nikkað 100% og sagt ja takk? spurdi Krog uppaftur.

 

– Vit deila sama ynskið um at passa uppá okkara samfelag, og vit tosa regluliga um, hvussu tað skal gerast, segði Jeppe Kofod.

 

Í nýggju uttanríkis- og trygdarpolitisku ætlanini sæst at lesa, at Danmark enn ætlar sær at arbeiða í tøttum samstarvi við Føroyar og Grønland um at tryggja lágspenning í Arktis. Eisini verður víst á arktiska kapacitetspakkan, sum snýr seg um at styrkja verjuna og trygdina í Arktis og Norðuratlantshavinum. Greitt verður í strategiini frá, at ein av íleggingunum er nettupp radarar, sum skulu brúkast til at styrkja hernaðarliga kapacitetin hjá danska herinum.

 

Í ætlanini sigur danska stjórnin seg vilja halda fram við at styrkja samstarvið við Føroyar og Grønland um uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum kemur øllum ríkisfelagsskapinum til góðar.