Brandur fegin um sigurin

Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, átti í gjár avgerandi lut í sigrinum hjá U19 liðnum hjá FCK, móti Real Madrid.

Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, átti í gjár avgerandi lut í sigrinum hjá U19 liðnum hjá FCK, móti Real Madrid.

 

Sigurin merkir, at U19 liðið hjá FCK er víðari í UEFA Youth League, sum er ein Champions League kapping fyri U19 lið.
 
FCK vann dystin 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-1. Brandur byrjaði við at leggja upp til 1-0 málið hjá FCK, tá hann hegnisliga lyfti bóltin inn um verjuna hjá FCK, har Youne Felfel skoraði.
 
Tíðliga í seinna hálvleiki koma Real Madrid á odda 2-1, men løtu seinni vendi dysturin. Skálvíkingurin rann frá verjuni hjá Real Madrid og bleiv feldur av málverjanum, sum fekk reytt kort.
 
Eftir hetta vendi dysturin og FCK vann 3-2 og kom víðari í UEFA Youth Cup.
 
Brandur var sjálvsagt fegin eftir dystin, tá Rás2 fekk orðið á hann.
 
Hoyrið ljóðbrotið við at trýsta á pílin undir myndini.
 
Brandur er 17 ára gamal og hevur sáttmála við FCK til í summar.