Brandur og Helsingborg mistu í uppflytingarstríðnum

Helsingborg hevur aftaná tap á heimavølli í kvøld fimm stig upp til beinleiðis uppflytingina til bestu svensku fótbóltsdeildina

Tað hevur ikki gingið væl hjá Helsingborg seinastu fimm umførini, ið bert hava givið fýra stig av 15 møguligum.

 

Í kvøld hevði liðið hjá Brandi Hendrikssyni hart brúk fyri øllum trimum stigunum tá gamla felagið hjá Meinhardi E. Olsen, GAIS kom á vitjan í Helsingborg. 

 

GAIS sum var betra liðið í fyrra hálvleiki kom á odda aftaná hornaspark longu í fjórða minutti, og hetta málið bleiv sigursmálið í dystinum.

 

Helsingborg var betra liðið í seinna hálvleiki og teir komu til málmøguleikar, ið tíverri ikki góvu mál.

 

Tað sær torført út hjá Helsingborg at vinna beinleiðis uppflyting. Helsingborg hevur 43 stig á triðja plássi, og hevur fimm stig upp til Sundsvall og 10 stig upp til oddaliðið, Värnamo.

 

Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í Allsvenskuna. Nummar trý í deildini spælir upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu deildini.

 

Helsingborg er bara eitt stig frammanfyri Trelleborg, og tvey stig frammanfyri Landskrona, so tað er langt frá givið, at Helsingborg tryggjar sær triðja plássið.

 

Sunnudagin hevur Helsingborg heimadyst móti Brage, ið liggur fjórðaftast í deildini við 30 stigum, og stríðist fyri at sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.