Brandur og Helsingborg spæla um uppflyting 11. og 14. desember

Halmstad verður mótstøðuliðið hjá Helsingborg í dystunum um rættin at spæla í Allsvenskuni komandi kappingarár

Komandi leygardag 11. desember og týskvøldið 14. desember er sannleikans tími hjá Brandi H. Olsen og liðfeløgunum í Helsingborg.

 

Brandur og liðfelagarnir sum endaðu triðovast í næstbestu deildini skulu tá spæla upp rættin at sleppa at spæla í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni komandi kappingarár.

 

Dystirnir vera móti liðnum sum endaði triðaftast í Allsvenskuni.

 

Tað stóð millum Halmstad og Degerfors. Degerfors megnaði at vinna 1-0 á Østersund meðan Halmstad spældi javnleik 0-0 móti Malmö FF. Og so endaði Halmstad triðaftast.

 

Tað tekur ein tíma at koyra úr Helsingborg og norður til Halmstad, so talan er næstan um eina grannauppgerð eisini.

 

So er vóna, at tað gongst Brandi og Helsingborg væl í hesum báðum uppflytingardystunum.