Brandur ætlar ikki at skuffa fólk aftur sunnudagin

(FM1) Brandur H. Olsen viðgongur, at tað var illa frágingið ikki at skora uppá stóran málmøguleika ímóti Aserbadjan á Tórsvølli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brand H. Olsen , ið brendi ein tann størsta málmøguleikan seint í seinna hálvleiki. Samrøðan var gjørd á FM1 aftaná Brandur og liðfelagarnir høvdu tapt 0-3 ímóti Aserbadjan í Nations League.

 

Brandur H. Olsen viðgongur, at tað var illa avstað farið av honum ikki at gagnnýta málmøguleikan, ið honum stóð í boði.

 

Brandur H. Olsen lovar, at tað verður betri sunnudagin tá Kosovo kemur á vitjan á Tórsvølli. Brandur H. Olsen leggur eina við, at hann ætlar ikki at skuffa fólk einaferð aftrat.