Brandur vann á Leivi og Jónasi

Team Sydhavsøerne vann á FIF í heimadysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tóku móti Leivi Mortensen, Jónasi G. Djurhuus og liðfeløgunum í FIF á heimavølli.

 

Suðuroyggjamenn vunnu dystin 34-31. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-16.

 

Jónas gjørdist saman við Einar Nickelsen toppskjútti hjá FIF við seks málum. Leivur skoraði fimm mál fyri FIF í kvøld. Hjá Brandi er leiklutin tann mesti tá liðið hjá honum er í verjustøðu.

 

Team Sydhavsøerne er næstfremst í deildini við 27 stigum. FIF er nummar sjey við 18 stigum. Fimm stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Næst fyri hjá Jónasi og Leivi er at ferðast heim til Føroya fyri at fyrireika seg saman við hinum í landsliðshópinum til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia.

 

Dysturin móti Rumenia í høllini á Hálsi í Havn verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.