Gilli R. Sørensen spældi allan dystin tá Brann Bergen spældi á útivølli ímóti Bodø/Glimt fyrr í dag.
Hóast Brann Bergen tvær ferðir legði seg á odda eydnaðist tað ikki at vinna dystin. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1.
Talan er um eitt stórt vónbrot fyri Brann Bergen ikki at vinna á Bodø/Glimt, ið liggur bara tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Rosenborg andar nú veruliga Brann Bergen í nakkan. Ígjár vann Rosenborg 2-1 á Tromsø á heimavølli.
Fyri stuttum var Rosenborg sjey stig aftanfyri Brann Bergen, men nú er munurin bara tvey stig nú 16 umfør eru leikt í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Komandi heimadystur hjá Brann Bergen í bestu norsku fótbóltsdeildini er á heimavølli 6. august tá Start Kristiansand kemur á vitjan á Brann leikvøllinum í Bergen.
Støðan:
1
16
12
35
2
16
15
33
3
16
13
29
4
16
0
29
5
16
7
28
6
16
10
26
7
16
6
26
8
16
-5
23
9
16
3
20
10
15
1
20
11
15
0
17
12
16
-2
16
13
16
-9
14
14
16
-12
14
15
16
-17
14
16
16
-22
6