Teir báðir størstu býirnir í Brasil kúvenda nú og taka aftur ætlanirnar um at hækka prísirnar á ferðaseðlum við bussum og tokum, eftir at stór mótmælistiltøk hava verið kring alt landið.
Politisku leiðararnir í Sao Paulo og Rio de Janeiro, umframt í fleiri smærri býum, velja at fara aftur til gomlu prísirnar, eftir at mótmælini ímóti príshækkingunum hava verið tey størstu í 20 ár.
Upprunaliga vóru mótmælini bara ímóti ferðaseðlaprísunum, men sum fráleið, gjørdist talan eisini um mótmæli ímóti mutri og rotinskapi, umframt brasilsku útbúgvingarskipanini.
Í fyrradagin fóru eisini fleiri kendir fótbóltsspælarar í Brasil út og tóku undir við mótmælunum. Næsta ár er Brasil vertur fyri HM í fótbólti.