Brasil hølvaði Spania av

Brasil er vinnari av Condeferations Cup 2013. Tað blivu teir í stórum stíli, tá teir í nátt vunnu heili 3-0 á einum sponskum liði, sum brendi brotsspark og fekk Gerard Pique útvístan. Fred og Neymar vóru stóru upplivingarnar á vøllinum.

 

Longu frá byrjan var greitt, at spælararnir hjá Brasil vóru ikki at stilla seg í egnan brotsteig og bíða eftir sponsku HM og EM vinnarunum. Heldur fóru teir fram á vøllin og løgu teir undir trýst. Tað gav úrslit longu aftaná tveir minuttir, tá Fred eftir deyðbóltsstøðu, liggjandi á vøllinum, kundi sparka bóltin í mál.

 

Dagsins mál kom ein minutt fyri hálvleik. Neymar bleiv leysur í vinstru síðu í brotsteiginum og langaði bóltin upp í nettakið til 2-0. Leiðslan var fult uppiborin og spaniólar vóru hepnir, at Alvaro Arbeloa og Sergio Ramos ikki fingu hvør sítt reytt kort fyri at síggja til, møguligar neyðbremsur.

 

Helst hava spaniólar fingið ein umgang í steðginum, men tað sást ikki aftur á vøllinum. Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamla, tá Fred økti til 3-0 við neyvum skotið úr vinstri. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Gerard Pique reytt kort fyri at fella Neymar, meðan Sergio Ramos brendi brotsspark.

 

Brasil kundi havt vunnið upp aftur meir og sigurin var fult uppiborin.

 

Condeferations Cup 2013 – finalan:

Brasil – Spania 3-0(1-0)

1-0 Fred, 2

2-0 Neymar, 44

3-0 Fred, 47

Brasil: Júlio César, Dani Alves, Thiago Silva, David Luiz, Marcelo, Gustavo, Paulinho (Hernanes 88), Oscar, Hulk (Jadson 72), Neymar, Fred (Jo 80).

Á bonkinum: Jefferson, Cavalieri, Dante, Filipe, Rever, Fernando, Moura, Jean, Bernard.

Spain: Casillas, Arbeloa (Azpilicueta 45), Piqué(Útvístur 68), Ramos, Jordi Alba, Busquets, Xavi, Iniesta, Pedro, Mata (Navas 52), Torres (Villa 59).

Á bonkinum: Valdes, Reina, Albiol, Monreal, Martinez, Fabregas, Cazorla, Silva, Soldado.

 

Dómari: Bjorn Kuipers (Holland)