Brasilia: Heimurin má steðga fólkadrápinum í Gaza

Tað sigur brasilski forsetin, Lula da Silva, á BRICS-toppfundinum, sum í dag og í morgin er í Rio de Janeiro

 

- Vit kunnu ikki fyrihalda okkum líkaglað til fólkamorðið, sum Ísrael fremur í Gazageiranum - tey tilvildarligu drápini á ósek og nýtsluna av svøltan sum krígsvápn.

 

Tað sigur brasilski forsetin, Lula da Silva, á BRICS-toppfundinum, sum er í Rio de Janeiro í dag, og sum heldur fram í morgin.

 

BRICS-londini eru savnað í brasilska stórbýnum á toppfundi.

Hvørki kinesiski forsetin, Xi Jinping ella russiski forsetin, Vladimir Putin, eru fysiskt við á ráðstevnuni, men teir luttaka á netinum, verður sagt. 

 

Altjóða revsirættardómstólurin, ICC. hevur sent út handtøkuboð av russiska forsetanum fyri krígsbrotsverk í Ukraina, og Brasilia er limur í ICC.

 

Tískil hevur Brasilia bundið seg til at handtaka Vladimir Putin, um hann kemur til landið, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

BRICS-londini vóru, sum styttingin sigur, Brasilia, Rusland, India, Kina og Suðurafrika.

 

Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.