Brasilskar rytmur í Miðvági

Ein vanligur týsdagur í Barnagarðinum í Miðvági. Veðrið er váttligt, og børnini fáast við tað vanliga.
So fer hurðin upp og við eitt broytist alt. Næstan sum at sólin fór at skína.
Brasilska Debora Santos Silva læt hurðina upp.

Við sínum stóra hvíta smíli, blómu í hárinum og blóðreyðum buksum, merkist Debora, tá hon trínur inn í eitt rúm.

Løtu seinni eru flestu børnini úti á gólvinum, og gera seg til reiðar at dansa samba. Genturnar fremst og dreingirnir eitt sindur aftanfyri.

Brasilsku sambarytmurnar streyma út, og Debora fær so at siga øll børnini við sær í dansinum. Tað merkist, at tey hava roynt hetta fyrr, Debora er nevnliga har fyri triðju ferð og dansar við teimum.

Maður Deboru er kendi fótbóltspælarin Jens Erik Rasmussen úr Miðvági. Tey bæði møttust á víðagitnu strondini Copacabana í Rio de Janeiro fyri trimum árum síðani, tá Jens Erik var á einum av sínum nógvu túrum í stórbýnum.

Nú eru tey bæði gift og flutt heim til Miðvágs at búgva. Tey, sum lesa blaðið Kvinna, kenna kanska Deboru aftur frá mótareportasju og forsíðuni í vár.


Dansari í Brasil

Debora hevur fingist nógv við at dansa í heimlandinum. Hon hevur í nógv ár verið við í karnevalinum í Rio de Janeiro, og hóast at hon nú býr í Føroyum, ætlar hon sær avgjørt heim til karnevalin í februar næsta ár.

- Eg havi verið í Føroyum nú í eitt ár og átta mánaðir, so nú leingist eg eftir familju, vinum og hitanum í Brasil, sigur hon.

Í Føroyum arbeiðir hon á Fiskavirking í Vestmanna, og hevur hon dansiskeið og framførslur í ymiskum brasilskum dansum.

- Føroyingar kenna best til samba, men tað er ein ørgrynna av ymiskum dansum, sum líkjast samba í Brasil, sigur Debora.

Hon hevur onga rættiliga útbúgving innan dans. Hon hevur tikið nøkur skeið her og har, men mest er tað áhugin og tað, at brasilsk børn fáa dansin inn við móðurmjólkini, sum hevur gjørt, at hon í dag kallar seg dansari.


"Sindur nakið"

Í summar dansaði hon á nøkrum stevnum, og afturmeldingarnar vóru mest positivar, men onkur helt, at tað var í so nakið.

Debora flennur at hesum, eftirsum hon letur seg so sera væl í her í Føroyum.

- Eg eri sum oftast í trimum pørum av sokkum, tí eg blívi so køld, og so fari eg slettis ikki í míni minstu bikini heldur, sigur hon.

Deboru dámar annars sera væl í Føroyum. Fólkini eru ikki líka opin, sum tey í Brasilia, og tað var eitt sindur torført at venja seg við í byrjanini.

Hon tosar eitt sindur av føroyskum og enskum, men annars er tað portugisiskt, sum er hennara móðurmál. Dótturin Nathaly, sum er sjey ár, lærdi seg flótandi føroyskt eftir tveimum mánaðum.

- Hon hevur longu gloymt eitt sindur av tí portugisiska, fortelur Debora.


Føroyingar í Rio

Jens Erik hevur seinastu seks árini verið í Brasilia um veturin, og í ár ætla tey trý aftur at fara avstað um jóltíðir.

- Eg veit um fleiri føroyingar, sum búgva í Rio, og eg havi samband við onkran av teimum, fortelur Jens Erik.

Debora hevur sína mammu og tvey systkin har.

- Brasilianarir eru sera nógv øðrvísi enn vit føroyingar. Tey eru so opin, tosa við øll, klemmast og mussast, tað er naka heilt annað, at vera har enn í Føroyum, sigur Jens Erik.

Sjálvadi er tað nógv fátækradømi har eisini, men familjan hjá Deboru er ikki ein av teimum, ið eru ringast fyri.

- Eg vil siga, at tey eru heilt vanlig. Sjálvandi eru húsini hjá teimum ikki líka væl bjálvaði, sum tey føroysku húsini, men tað nýtist ikki, eftirsum tað er so heitt har fyri tað mesta, greiðir Jens Erik frá.


Dansiskeið í barnagørðum

Framyvir ætla tey bæði Jens Erik og Debora at halda á fram við dansinum og bjóða seg fram á stovnum og frítíðarskúlum í Føroyum.

- Tað er ein trupulleiki, at børn sita alt ov nógv still, so vit halda, at hetta er eitt gott tilboð, sigur Jens Erik.

Hetta má tó vera áðrenn 2014, tí tá fara tey yvir til Rio at búgva og fyrireika seg til OL, sum verður í 2016...


Fakta Brasil

Høvuðstaður: Brasil

Stórsti býur: Sao Paolo

Fólkatal: 191 241 000

Mál: Portugisiskt

Stødd: 8 511 965 km²


Fakta Debora Santos Silva

Aldur: 28

Familja: Jens Erik Rasmussen og dótturin Nathaly 7 ár

Bústaður: Miðvági

Starv: Fiskavirking og dansari