Talentskótar hjá Chelsea hava verið í Suður-Amerika og hugt eftir tí 15 ára gamla Lucas Piazon, sum er liðskipari hjá tí brasilska U-15 landsliðnum.
Piazon skoraði tvær ferðir, tá brasilska U15-landsliðið vann 4-0 á bolivianska U15-landsliðnum. Pete de Visser, sum er talentskóti hjá Chelsea var ovurfegin um tað hann sá, og nú eru samráðingar byrjaðar, sum eftir ætlan skulu enda við, at framtíðin hjá Piazon verður í London.
Carlo Ancelotti ætlar at gera skjótt av, so teir kunnu tryggja sær tað unga supertalentið, áðrenn eitt hugsandi FIFA-sølubann aftur kann koma uppá tal.
Tann høgi miðvallarin er ógvuliga meinlíkur Kaká í bæði stødd og í spælistíli. Arsenal og Manchester United hava eisini verið vitandi um tann unga Piazon. Í Chelsea eru teir kortini fullvísir í, at teir hava vunnið kappingina um tann unga Lucas Piazon, og at sáttmálin millum partarnar kemur uppá pláss í hesi vikuni.