3-1 B68 sigurin í Fuglafirði í kvøld ber við sær, at toftamenn hava fingið meiri luft í kappingini um at sleppa undan niðurflytingarplássunum.
Saman við ÍF og KÍ hevur B68 20 stig eftir 17 umfør.
B68 sigurin í kvøld ber eisini við sær, at brekkan er vorðin uppaftur brattari hjá B71 og Skála, sum eru á niðurflytingarplássunum.
Hjá B71 eru tað fimm stig fram til tey trý omanfyri nevndu, ið eru á 6.-8. plássunum, og at tað hjá Skála eru seks stig fram til 8. plássið.
Talan verður um sanna lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið fuglfirðingar sunnudagin fara at vitja á Sandi.
Í kvøld:
ÍF-B68 1-3 (0-2)
0-1: Brian Andresen
0-2: Brian Andresen
0-3: Jóan Símun Edmundsson
1-3: Andy Olsen
Støðan
EB/Streymur 38
B36 30
NSÍ 27
HB og Víkingur 26
ÍF, KÍ og B68 20
B71 15
Skála 14
Øll hini liðini hava spælt 17 dystir
18. umfar sunnudagin 17. august
HB-EB/Streymur
KÍ-Víkingur
B71-ÍF
B68-B36
Skála-NSÍ