Mezzocorona, Italia: Á bussferðini niðan aftur til hotellið í Andalo tóktist tað nærum, sum vildu føroysku hondbóltskvinnurnar ikki ordiliga trúgva tí, sum tær júst høvdu útint.
Belgia átti fyri tveimum árum síaðni næst sterkasta liðið í Challenge Trophy kappingini, og tí varð dysturin í nógvar mátar mettur sum eitt slag av styrkisroynd, har tað kundi staðfestast, hvørt okkara hondbóltskvinnur yvirhøvur høvdu nakran møguleika at standa seg í kappingini.
Framúr liðavrik
Og tað høvdu tær, skal so líka leggjast afturat. Føroyar ikki bara vunnu dystin móti Belgia, men samlaða liðavrikið var somikið sannførandi, at øll í føroysku leguni eftir dystin mundu sita við kensluni av, at hetta so avgjørt fer at verða ein vika av teimum heilt hugaligu.
Tað er annars einki at taka seg aftur í, at nervar í ógvuliga stóran mun eyðkendu fyrstu løtuna av fyrsta dystinum. Ferðin var nokk ikki á tí støðinum, sum føroysku ætlanirnar høvdu verið til, og heldur ikki kontra-spælið var soleiðis, sum endamálið var.
Men samlaða innsatsinum bilti so einki. Frá fyrsta bríksli varð nógv lagt fyri í verjupartinum, har okkara ikki fluttu seg ein tumma, og júst sum avtalað, so fóru bakkarnir eisini ígongd við at skjóta. Endamálið við hesum seinasta varð annars undan kappingini sagt at vera, at við hesum kundi betri pláss skapast fyri vongspælinum, og sum so var tað eisini rætt, men hartil funnu bakkarnir eisini útav, at tað saktans kundi lata seg gera at skora útifrá. Saman við framúr strikuspæli frá Gunnleyg í bæði verju- og álopspartinum gav hetta rættiliga skjótt leikarunum trúnna uppá, at tær saktans kundu lyfta uppgávuna, og í so máta tala tølini eisini sítt sjónliga mál.
Breiddin nógv at siga
Belgia hevði tó ongan hug at geva skarvin yvir, og fyrsta góða korterið ella so var munurin lítil og eingin. Og tá skuldu okkara so eisini vera takksamar móti Helenu, sum byrjaði í hægsta geari í málinum. Spakuliga fóru okkara alt meira at toga seg frá. Ikki minst gjørdi tað sera góðan mun, at ein sera væl uppløgd Joan M. Djordjevic kom inn á vøllin. Hóast tað eisini eru aðrar, sum kunnu spæla mitt fyri, so er tað neyvan ov nógv sagt, at Joan hevur bestu kreativu evnini á vøllinum, og so hevur hon eisini eitt fótskifti, sum ger, at hon uttan stórvegis hóvasták kann seta beinleiðis mótstøðuleikaran av. Samstundis tordi hon eisini at bróta mynstrið í føroyska spælinum, soleiðis at tað gjørdist truplari hjá mótstøðuni at rokna út, hvussu tær skuldu verja.
Og so byrjaði belgiska mótstøðan av álvara at fána. Viðvirkandi til hetta var eisini, at breiddin á føroyska liðnum tóktist vera væl størri enn hjá Belgia, ella í øllum førum kom breiddin hjá teimum ongantíð til sjóndar, tí fyri tað nógva vóru tað serliga á bakplássunum somu leikarar, sum máttu stríðast allan dystin.
Hjá okkara stóð nakað væl betri til í so máta, og allar tær tólv, sum stóðu á dómaraseðlinum fingu eisini hampuliga nógv av spælitíð. Annika, Katrin, Simona, Joan, Gurið og Heidi Maria tóktust allar trívast væl á bakplássunum. Á strikuni var Gunnleyg stóri leikarin, men í longum løtum fekk Una Olsen eisini høvi at vísa, at hon so sanniliga kann geva kapping um plássini, og á vengrunum báðum tóktist tað ganga við fullari ferð í bæði verju og álopi. Høgru megin við Báru og Lív, meðan Nikolina og Anna Kristina tóku sær av vinstru síðu. Hjá hesum fýra var einasta minussið kanska, at kontra?ini gjørdust so fá í tali, men eins og restin av liðnum vóru tær viðvirkandi til, at verjuspælið mest sum alla tíðina koyrdi optimalt, og so høvdu hinar eisini fyrst Helenu og seinni Fríðu at stríðast við, og heldur ikki hetta varð nøkur løtt uppgáva.
Virðingin hvarv
Soleiðis høvdu føroysku kvinnurnar longu í steðginum vunnið seg upp á seks mál, og tað tóktist eisini greitt eftir steðgin, at nú var liðugt við virðingini.
Ferðin varð sett upp á eitt støði, har okkara kanska til tíðir høvdu ilt at fylgja við sjálvar, men har Belgia so als ikki fekk fylgt við. So hvørt sum hálvleikurin leið, bendi alt meira á veruligan stórsigur, men lukkutíð fyri hinar, so gjørdist tað so sum so við konsentratiónini hjá okkara seinastu løtuna. Meira enn at pynta eitt lítið sindur um úrslitið, kundu tær gulu tó ikki, og tað kundi so á ongan hátt oyðileggja gleðina hjá okkara. Tær høvdu staðið fyrstu royndina til eitt reint UG. Enn er kappingin so ikki vunnin, og tað er so heldur ikki víst, at tað verður úrslitið. Men tær prógvaðu so væl og virðiliga sín rætt til at taka lut í kappingini. Ein rættur, sum ikki øll alla tíðina hava hildið verið so sjálvsagdan.
Nakað at arbeiða við
Skal lítast frameftir, so standa framvegis fýra dystir á skránni, harav teir báðir fyrstu eru avgerandi fyri, hvørt talan verður um hálvfinalu ella plaseringsdystir fyri okkara viðkomandi.
Eitt hálvfinalupláss tykist á ongan hátt at vera ógjørligt at røkka, men fyri endaligu úrtøkuna er tó umráðandi, at spælið hjá liðnum verður nakað meira fínpussað.
Undan kappingini hevur verið mett, at kontrafasan kanska er sterkasti parturin á liðnum, men tað var tíverri nakað, sum vit sóu ov lítið til mikudagin. Ikki minst kunnu slík mál hava stóran týdning bæði sálarliga og kropsliga, tá talan gerst um lættari dystir, so tað er at vóna, at automatisman í hesum fer at batna.
Og so skulu brotskøst eisini geva mál í nógv størri mun, enn tey gjørdu tað hesaferð. Av tíggju brotskøstum endaðu bara tey seks í meskunum, og tað er ikki víst, at ráðini eru til tað næstu ferð.
Hesaferð bilti tað tó einki, og kanska kunnu hesir trupulleikar tilskrivast premierunervum. Í øllum førum er at vóna, at trupulleikarnir verða loystir, og verða teir tað, so kann talan gerast um nakrar heilt stuttligar dagar í Mezzocorona.
????????????
Dysturin í tølum
Belgia-Føroyar 18-26 (10-26)
Føroyskir málskjúttar: Katrin á Neystabø 6(2), Joan M. Djordjevic 4(2), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Bára S. Klakstein 3, Annika Ljósstein 3, Simona Hansen 2, Gunnleyg Berg 2(2), Heidi Maria Akselsen 1, Lív Sørensen 1, Anna Kristina
Samson 1
Føroysk brotskøst: Katrin á Neystabø 3/2,
Joan M. Djordjevic 3/2, Gunnleyg Berg 3/2, Annika Ljósstein 1/0
Belgisk brotskøst: 10/9
Gul kort: Nikolina Eyðbjørnsdóttir, Gunnleyg Berg, Bára Skaale Klakstein
Føroyskar útvísingar: Heidi Maria Akselsen 2, Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 1
Belgiskar útvísingar: 5
Føroyski landsliðshópurin er her avmyndaður beint undan dystinum móti Belgia. Standandi frá vinstru eru tað Malan Klakstein, fysioterapeutur, Flemming Raben, venjari, Heidi Maria Akselsen, Annika Ljósstein, Gunnleyg Berg, Simona Hansen, Katrin á Neystabø, Gurið Mortensen, Anna Kristina Samson, Tomma Petersen, Rógvi Nielsen, venjari. Húkandi frá vinstru: Joan Midjord Djordjevic, Bára Skaale Klakstein, Lív Sørensen, Helena Dam Poulsen, Fríða Petersen, Nikolina Eyðbjørnsdóttir, Una Olsen, Anna Mari Samuelsen, Paula í Giljum, ferðaleiðari