Breiða semjan finnst millum Fólkaflokkin og andstøðuna

Trúgvi F. Guttesen, næstformaður Sambandsfloksins, heldur besta møguleikan fyri breiðari semju í spurnigninum um ríkisrættarligu støðuna vera millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin

? Uppskotini hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum um broytingar í ríkisrættarligu støðuni renna saman, og tað sama er við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. Tí síggi eg størstan møguleika fyri breiðari semju um ríkisrættarliga spurningin millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Trúgvi F. Guttesen, næstformaður í Sambandsflokkinum, er samdur við Atla Hansen í, at Sambandsflokkurin eigur at vera við í arbeiðinum at fremja broytingar í rískisrættarligu støðuni. Men hann er ikki eins bersøgin, sum floksfelagin úr Gøtu.

Atli Hansen segði í viðmerking í Dimmalætting og Sosialinum í gjár , at leiðslan í Sambandsflokkinum er ein meinbogi fyri at finna loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Tí mælti hann til at leiðsla floksins verður skift út á komandi landsfundi, so hon ikki longur verður ein forðing fyri, at besta loysnin, floksins vegna, verður funnin á ríkisrættarliga økinum.


Øll mál kunnu yvirtakast

Trúgvi F. Guttesen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til viðmerkingina hjá Atla Hansen. Men hann sigur tó, at hann aldri hevur merkt, at Edmund Joensen hevur verið ein forðan fyri at finna eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum. Tvørturímóti vísir Trúgvi F. Guttesen á, at Edmund Joensen virkin var við í bólkinum, ið arbeiddi við at gera uppskotið »Nýggjar Tíðir«.

? Sjálvsagt kann Sambandsflokkurin vera við til at finna eina góða loysn á spurninginum um ríkisrættarligu viðurskiftini, og eingin forðing er fyri, at vit kunnu vera við í einari semju ímillum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Næstformaður floksins, Trúgvi F. Guttesen, vísir á, at tað í grein eitt í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at Sambandsflokkurin er altíð til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið tæna fólkinum best. Hann leggur afturat, at uppskotið frá Sambandsflokkinum ger hetta.

? Hetta vísir okkum jú, at tað er lítið og einki, ið forðar fyri, at vit kunnu vera við í einari semju saman við Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum.

Trúgvi F. Guttesen vísir tó á, at Javnaðarflokkurin í sínum sjálvstýrisuppskoti sigur, at Føroyar og Danmark skulu samstarva sum tvey sjálvstøðug lond í ríkisfelagsskapi. Men Sambandsflokkurin heldur tað ikki bera til hjá okkum at vera fullkomiliga sjálvstøðug í einum ríkisfelagsskapi. Tó ásannar hann, at tað er so nógv, sum kortini ber til í politikki, og tí heldur hann, at semja kann finnast við Javnaðarflokkin um málið.

Hinvegin heldur hann nógv longri vera ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin í hesum máli.


Breiður flokkur

Trúgvi F. Guttesen ásannar, at fólk í Sambandsflokkinum eru ójøvn á máli um ríkisrættarligu viðurskiftini. Hann sigur, at Sambandsflokkurin er ein breiður flokkur, men tó er felagsnevnarin fyri limirnar, at øll ynskja at varðveita ríkiseindina.

? Hetta merkir kortini ikki, at vit ikki vilja hava broytingar. Full semja er um, uppskotið, sent varð út, og eg má siga, at eg eri keddur av, at tað ikki hevur eydnast at funnið eina semju við Javnaðarflokkin í ríkisrættarliga spurninginum, sigur næstfomaður Sambandsfloksins.