Kaffi og siropskøkur. Tað er tað, ið vit minnast aftur á tað breiðu semjuna. Higartil hevur samgongan fulkomuliga einvíst hildið fast um fullveldisætlanina. Hóast Hvítabók, Caragata og Íslandska kanningin sýna, at lønarniðurskurður, arbeiðsloysi, skerjingar í livifóti eins og fráflyting er sannlíkur.
Vit hava nú í knapt 2 ár hoyrt um søguliga møguleikan, har allir flokkar á Føroya Løgtingi eru hugaðir at gera ríkisrættarligar broytingar. Broytingar, ið eru tiltrongdar, nú Heimastýrislógin er 50 ár.
Av tí at meira enn ein flokkur er á tingi, so er sjálvsagt eisini meira enn ein hugsan um hesi viðurskifti.
Samgongan fann felagsstev um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum og skipa Føroyar sum fullveldi. Tíverri varð tjóðveldið sett at taka sær av hesum viðurskiftum. Harvið varð ein breið semja nærum útilokað frá byrjan av. At skeivt varð farið fram, hesum viðvíkjandi, munnu flest øll vera samd um. Tí Tjóðveldisflokkurin liggur so langt úti í loysingini, at tað er ringt, fyri ikki at siga ómøguligt er hjá hesum flokki at virka savnandi og semjusøkjandi í hesum spurningi. Best hevði verið at fingið eina so breiða semju at allir flokkar, umboðandi allar veljarar eru við. Samráðingarmandatið hevði verið ómetaliga sterkt, um breiða semjan varð funnin.
Vit vita, at stórur partur av veljarum hjá Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og eisini partur av Tjóðveldisflokkinum, umframt nærum øllum Javnaðarflokkinum, eru fyri, at broytingar skulu gerast innan Ríkisfelagsskapin. Sambandsflokkurin tekur undir við at finna eina góða skipan innan Ríkisfelagsskapin. Hesir mongu veljarar eru sjálvsagt ímóti at Føroyar gerast fullveldi.
Tí er púra greitt, at tann breiða og sterka semjan liggur innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum.
Breiða semjan eigur at finnast innan ríkisfelagsskapin
Tað tykist ikki vera tørvandi politiskt hegni av løgmanni, ið er ein royndur politikari, at breiða semjan ikki er funnin. Heldur hevur skortað uppá viljan at finna slíka semju. Tí um hendan skal finnast, so skal fullveldið sleppast. Um ein slíkur vilji var tilstaðar, so var helst ein slík semja longu funnin, innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum. Men sambært stýrisskipanarlógini hevði eisini verið neyðugt, at tikið flokkarnar, sum eru settir í andstøðu, við í samgonguna. T.d. Sambandsflokkurin fiskivinnumál, Javnaðarflokkurin almanna og heilsumál, Miðflokkurin oljumál. Saman skuldu allir flokkar funnið eina politiska semju, ið ikki eins og fullveldið hevði sett vælferðina uppá spæl. Eg ivist ikki eina løtu í, at møguligt hevði verið at funni eina slíka semju. Vit kundu síðan samrátt við donsku stjórnina um tær broytingar vit ynsktu framdar innan ríkisfelagskapin. Allir flokkar áttu sjálvandi at verið við, tí bert á tann hátt er tann breiða semjan umboða.
Tí ongin kann rokna við, at Sambandsveljarar góðtaka, at Tjóðveldisflokkurin skal umboða teir. Tað skal Sambandsflokkurin sjálvur gera. Tað sama er sjálvandi galdandi Miðflokkin eins og Javnaðarflokkin. Vit kundu staðið sum ein maður. Tað megnaðu teir ikki fyri 50 árum síðani. Tað kunnu vit nú.
Men tað krevur eitt politiskt hegni, sum Løgmaður hevur. Men tað krevur eisini ein vilja til semju av samgonguni, ið vit ikki hava sæð higartil.
Um ein breið semja skal gerast og fremjast, so skal annað til enn kaffi og siropskøkur.
Marjus Dam, løgtingsmaður