Breið fjølmiðlasemja

Oddagrein:

Orðaskiftið á tingið um public service sáttmála endaði við, at landsstýriskvinnan beyð øllum flokkum á fund at viðgera eina fjølmiðlasemju, har fígging, raðfesting og endaliga orðing av public service sáttmála verða umrødd. -Sjálvandi fari eg at laga uppskotið eftir teimum sjónarmiðjum, sum hava verið frammi og sum tykjast hava undirtøku. Vit skulu eisini geva okkum stundir men heldur ikki ov góðar stundir til at fáa hetta uppá pláss, soleiðis at Kringvarp Føroya fær góðar arbeiðsumstøður og soleiðis, at vit fáa eina fjølmiðlasemju, sum tryggjar, at vit hava eitt breitt úrval av fjølmiðlum, ið kunnu liva lið um lið segði landsststýriskvinnan.

Hvør føroyingur kundi ikki ynskt sær eitt alment kringvarp á støði við DR, NRK ella BBC! Vit hava okkara ynski og dreymar. Men vit vera eisini noydd at vera realistisk. Kann man ikki fáa alt man ynskir, ræður um at raðfesta og gera skilagóð val.

Føroyingar eru góðir við Kringvarpið sum stovn. Hann er við til at varðveita og menna okkara mentan, mál og samleika. Og sjálvandi skulu vit hava ein public service sáttmála. Vit skulu eisini geva pláss fyri bløðum og øðrum miðlum. Í grannalondunum virða tey henda veruleika og gera tí breiðar fjølmiðlasemjur. Soleiðis eigur tað eisini at vera her heima, og tí var tað gleðiligt at hoyra landsstýriskvinnuna og talsfólkini hjá flokkum í andstøðu og samgongu leggja so stóran dent á henda veruleika. Also at talan er bæði um at gera ein public service sáttmála og geva Kringvapinum hóskandi umstøður og at geva privatu miðlunum hóskandi karmar at virka í. Útberingarstuðul er partur av hesum.

Vit skilja væl, at okkara starvsfelagar í KVF vilja hava greiðar og góðar fortreytir at arbeiða undir. Og vit síggja fegin, at okkara starvsfelagar í KVF eisini virða tann týdning, sum bløðini og aðrar rásir hava fyri bæði demokratiið og okkara mentan. Brúk er fyri okkum øllum. Okkara áheitan á flokkarnar er tí, at teir taka framaftur ta breiðu miðlasemjuna, sum varð gjørd nøkur ár herfyri og onkursvegna tengja hana uppí eina nýggja fjølmiðlasemju.

Bløðini hava langar traditiónir og hóast blaðdeyða nógva staðni, so fer tað at vera tørvur á og pláss fyri dagbløðum í Føroyum í mong ár aftrat eins og í okkara grannalondum.

Tá kringvarpsstjórin verður konfronteraður við lýsingarnar sigur hon, at samfelagið er ov lítið til forboð. Tað kann bara leggjast út sum, at Kringvarpið skal hava óavmarkaðan rætt til at hava lýsingar. Og tað kann so bara merkja, at hon heldur, at tað er ikki pláss fyri ella tørvur á bløðum og øðrum rásum í Føroyum. Onnur lond virða rættin hjá privatu miðlunum at vera til og týdningin teir hava fyri demokratiið og mentanina. Tí sleppa almennu rásirnar heldur ikki ótálmaðar at taka til sín á lýsingarmarknaðinum. Hon blívur við at tosa um sjónvarpslýsingar, sum um ætlanin er at taka hesar frá Krinvarpinum. Hetta er at flyta fokus, tí eingin ætlar at taka hesar lýsingar frá KVF. Eisini Kringvarpsleiðslan má taka í egnan barm og virða tann veruleika, at samfelagið Føroyar eisini ynskir at tryggja, at vit hava privatar fjølmiðlar.