Breiddin kann fara at verða avgerandi

Fótbóltur: Í fýra av teimum fimm dystunum fór útiliðið við øllum, og tað boðar frá støðugum avrikum, at í øllum fimm førunum vann tað liðið, sum á støðutalvuni undan vikuskiftinum var omanfyri

Tveir triðingar av landskappingini eru farnir afturum, og tólvta umfarið broytti ikki serliga nógv uppá støðuna. Í teimum fimm dystunum vunnu øll tey fimm liðini, ið á støðutalvuni vóru omanfyri mótstøðuliðini, og tað sigur eitt sindur um, at talan er um støðug avrik, at fýra av teimum fimm sigrunum vóru vunnir á útivølli. Einasti heimasigurin var á grasinum á Svangaskarði, har B68 kortini brúkti langa tíð at fáa úrtøku burturúr greiðu leikligu yvirvágini.

Tað plagar at vera eyðkenni fyri lið, sum eru betri fyri enn mótstøðuliðini ella sum hava meiri undanvind enn hini, at tær tøttu uppgerðirnar síðstu løtuna koppa til teirra fyrimun, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. NSÍ lá undir 2-0 a Sandi, og fimm minuttir undan leikloki bendi einki á, at teir skuldu fáa øll stigini, men teir megnaðu at skora sigursmálið í evstu løtu. Sjálvandi harmast sandoyingar um hetta, tí sigurin, sum var undir borðinum, hevði havt við sær, at teir høvdu verið rættuliga leysir av botninum, áðrenn teir komandi sunnudag skulu suður til Sumbiar.

At tað eydnast NSÍ at fáa trý stig hevði við sær, at teir í Runavík av álvara blanda seg í kappingina um altjóða luttøku. Hesa ferð løgdu teir HB afturum seg, og nú eru teir á Intertoto Cup plássinum, sum teir í síðsta umfari í fjør mistu á Svangaskarði. NSÍ lá annars nógv tann størsta partin av kappingarárinum í fjør til luttøku í Europa Cup, og nú kann tað fara at vísa seg, at gongdin verður tann øvugta soleiðis at skilja, at teir arbeiða seg upp.

Tað hevur NSÍ í hvussu so er møguleikar til, tí teir eiga dystir á móti øllum trimum liðunum, ið eru omanfyri teir á støðutalvuni. Sunnudagin kemur HB til Runavíkar. Um HB tapir, so mugu teir metast at vera foknir í kappingini um Europa Cup, og ein heimasigur fer av álvara at styrkja møguleikarnar hjá NSÍ fyri altjóða luttøku, men takið verður stórt, tí annan sunnudag skal NSÍ til Gøtu, og so koma klaksvíkingar at vitja. Í síðsta umfarinum skal NSÍ spæla á heimavølli móti B36, og tá kann nógv fara at standa uppá spæl, sjálvt um tað skal hilnast ógvuliga væl hjá NSÍ tey komandi vikuskiftini, um teir ta ferðina skulu spæla um FM.


Toppurin

Tað er framvegis soleiðis, at KÍ og B36 eru bestu boðini uppá FM. Felags fyri bæði liðini er, at tey komu burturúr vikuskiftinum við øllum stigunum og at uppgávan var torfør. Bæði liðini høvdu strævnar altjóða dystir frá hóskvøldinum í kroppinum, og B36 menninir vóru móðir av ferðini í Turkalandi, har teir høvdu fingið búkilsku í ferðagóðsið til hús aftur.

At B36 vann í Fuglafirði sigur ikki so lítið um ÍF, men tað boðar eisini frá, at breiddin hjá B36 er stór, og hetta kann fara at vísa seg sera týdningarmikið næstu vikurnar. Klaksvíkingar plaga at siga, at teir trívast væl í Gundadali, og har hava teir eisini ofta vunnið, men hóast teir hava fingið fleiri javnleikir á útivølli móti HB tey seinnu árini, so er tað ein sannroynd, at teir hava ikki vunnið í landskappingini á útivølli móti HB síðani í fyrsta umfarinum í 1986, tá teir flaggdagin vunnu 1-0.

Men hóast góða avrikið og kærkomnu stigini, so halda teir í KÍ neyvan, at teir komu snikkaleysir úr Gundadali. Teir vistu frammanundan, at hetta var síðsti dysturin hjá Kurt Mørkøre, og tað er framvegis ein stórur spurningur, hvussu teir skulu seta liðið, tá teir sunnudagin fáa vitjan av GÍ og aftur skulu út í lyklastríð um FM heitið. Og so var tað steinur oman á byrðu, at John Ryan varð skaddur og neyvan verður við komandi sunnudag.

Í KÍ fara teir sjálvandi at taka allar uppgávurnar í stórum álvara, men lykladystirnir á torføru FM gøtuni mugu umframt GÍ á heimavølli metast at vera NSÍ í Runavík og B36 í Gundadali. Hjá B36 verða torførastu uppgávurnar, umframt klaksvíkingar í næstsíðsta umfari, GÍ í Gøtu, NSÍ í Runavík og so tann allar tyngsta uppgávan, tá teir 12. september eiga heimadyst móti HB!


Botnurin

Sumbingar eru framvegis niðast, og komandi vikuskifti sær út til at fara at verða ógvuliga avgerandi fyri teirra lagnu. Umframt at teir sjálvir taka ímóti B71, so skal ÍF, ið er næsta liðið omanfyri teir, spæla á heimavølli móti VB.

Sumbingar skulu hava stig og sigrar fyri at sleppa av aftasta plássinum, og á pappírinum tykjast tað bara at vera tveir møguleikar. Annar er nú sunnudagin móti sandoyingum, og hin er í síðsta umfarinum móti VB í Vági. Hinar uppgávurnar síggja øgiligar út hjá Sumba: úti móti HB, heima móti GÍ, úti móti KÍ og heima móti NSÍ.