Norska løgreglan hevur fingið hendur á fleiri upptøkum sum vísa, hvat Anders Behring Breivik tókst við í løtuni, áðrenn bumban brast í Oslo.
Upptøkurnar eru frá ymiskum vakmyndatólum í miðbýnum í Oslo, og í løtuni eru fólk hjá løgregluni í holt við at gjøgnumganga mongu upptøkurnar.
Sambært keldum, sum blaðið VG hevur tosað við, fer tað at taka vikur, áðrenn løgreglan hevur hugt ígjøgnum teir mongu tímarnar við upptøkum.
Umframt upptøkur frá miðbýnum í Oslo, hevur løgreglan eisini fingið hendur á upptøkum, sum eru gjørdar á vegum til og úr Oslo.