Nú klokkan tvey segði dómarin dómin frá rættarfundinum í dag, har løgreglan kravdi, at Anders Behring Breivik skal sita varðhaldsfongslaður og í isolatión næstu fýra vikurnar.
Dómarin hevur júst í beinleiðis sjónvarpi sagt dómin sum ljóðar upp á, at Breivik framhaldandi skal sita isoleraður í fýra vikur aftrat.
Grundgevingin er fyrst og fremst hon, at løgreglan framvegis ikki er liðug við sítt kanningararbeiði, og fyri at tryggja, at Breivik ikki á nakran hátt ógógvar hetta arbeiði, skal hann sita isoleraður.