Nógvi vindurin er farin illa við gomlu gøtuljósunum á Trongisvágsvegi, og er Tekniska deild byrjað eina tilgongd at umleggja el-veitingina, soleiðis at gøtuljósini verða virkin aftur í komandi viku.
Talan er um gamlar træpelar við upphongdum "luft linjum", sum ikki tola nógva vindin, áðrenn tær slitna. Træpelarnir verða útskiftir, tá ætlanin hjá Landsverk at dagføra vegaføringina frá Plantaguni til Elverkið verður gjøgnumførd.
Kommunan heitir á bilførarar um altíð at vísa varsemi í ferðsluni, og taka serlig atlit á vegastrekkjum har myrkt er. Eisini verður heitt á fólk, ið ferðast til gongu, um at verða ílatin endurskin, skrivar tvk.fo.