Brek í brennidepli

Týsdagin kom út nýggj bók, ið tekur upp eym evni, nevniliga, hvussu tað er at liva við breki og tískil vera í brennideplinum

Á samkomu í MBF-húsinum týsdagin, løgdu Nicolina Dahl og Karen Heinesen fram nýggju bókina Brek í brennidepli, sum tær hava týtt úr svenskum og lagað til føroysk viðurskifti.

Tað er rár hending, fyri ikki at siga ongantíð, at bók kemur út, ið sigur frá, hvussu tað er at liva við breki. Men Brek í brennidepli lýsir hetta við innliving. Høvundurin Berit Lagerheim er lækni og barnasálarlækni. Eisini hevur hon útbúgving innan meira nútímans terapeutisk rák.

Í bókini sigur hon, at ein við breki kemur í brennidepil og hon lýsir henda brennidepil, so at bæði foreldur og starvsfólk fáa orku til samstarv.

Bólkin vendir sær í stóran mun til einstaklingin við breki, familjuna, og starvsfólkini, sum við sínum arbeiði hava ávirkan á, hvussu samspælið fer fram. Lesnaðuri kann vera hjálp til at fáa dirvi at taka upp til umrøðu torskild mál.

Nicolina Dahl beyð á samkomuni týsdagin vælkomin og greiddi frá bókini og arbeiðsgongdini Hon takkaði stuðlum. Hon greiddi eisini frá, at tær báðar, Nicolina og Karen, gjørdu av at geva bókina út á egnum forlag, nevnt Varpið, tí tær vildu sjálvar ráða yvir verkætlanini og so er hetta eisini serstøk bók, og óvist er, um annað forlag er, ið vil geva slíkt út.

Týdningarmikið fyri tær báðar hevur verið, at bókin er skrivað við stórum kunnleika, men høvundurin hevur eisini hjartað við.

Á samkomuni leiktu Heri Kragesteen og Herluf Lützen eitt lag, sum teir sendu inn til kappingina Vælskapt Brek, ið var herfyri. Hetta var sameining av live framførslu og tónleiki á bandi. Teir mettu, at hóast lagið ikki vann ella gjørdist nummar 2 ella 3 í kappingini, so var tað tó so frægt, at tað kundi hoyrast av øðrum. Og hesum høvdu teir sanniliga rætt í.

Kári Sverrisson leikti síðani 3 løg. Tvey teirra vóru løg, ið eru sett til yrkingar úr Kina, ið eru yrktar í tangtíðini, ið var umleið ár 800. Hesar eru týddar til føroyskt og riggaðu sera væl í útsetingunum hjá Kára. Hann leikti eisini eitt lag, ið hann hevur sett til orð heftir Hans Jacob Kollslíð.

Bókin Brek í brennidepli er 218 síður og kostar 230 krónur í bókabúðunum.