Brennievni til bilar undir verkfallinum

Nú trot er á blýfríum bensini og dieselolju undir verkfallinum, eru tað nógvir bileigarar sum ikki vita, hvat teir kunna ella ikki mugu gera í sambandi við brennievni til bilin. Vit hava spurt okkurt fyri á bildeildini á Tekniska Skúla, á bilverkstøðum og oljufeløgum

Nú meðan verkfallið stendur við og trot er á blýfríum bensini og dieselolju, eru tað nógvir bileigarar sum seta sær ymiskar spurningar viðvíkjandi brennievni til teirra bilar. Ein av spurningunum er t.d. um bilar við katalysatori, sum einans skulu brúka blýfrítt bensin, kunna koyra við kaliumbensini. Ein annar spurningur er um dieselbilar kunnu brúka fýringsolju úr oljutanganum heima við hús. Vit hava spurt á bildeildini á Tekniska Skúla, á bilverkstøðum og hjá oljufeløgum. Viðvíkjandi tí at brúka kaliumbensin til bilar, sum eiga at brúka blýfrítt bensin, er niðurstøðan tann, at bilar við katalysatori skulu einans brúka blýfrítt bensin, men teir kunnu brúka kaliumbensin í smærri nøgdum, t.d. við at fylla tangan einaferð. Best er at spyrja seg fyri hjá bilasøluni, har bilurin er keyptur. Orsøkin til hetta fyrivarni er, at katalysatorin hevur keramik-kanalir við eini skón av platin. Tá motorurin brennir kaliumbensin legst eitt lag av útlátinum á platini, og sum frá líður missur katalysatorin sín virkning. Allir bilar við katalysatori hava eina lambdasondu sum stýrir bensin- og luftmongdini til motorin, tað kann geva trupulleikar við motorgongdini, um man brúkar kaliumbensin. Bilar við katalysatori hava minni hol í spunslinum til bensináfyllingina, fyri at teir einans skulu brúka blýfrítt bensin.

Ikki brúka fýringsolju

Ein annar spurningur er, um man kann brúka fýringsolju, úr oljutanganum heima við hús, til bilin. Tað verður frárátt av øllum, tí tann oljan er ikki ætlað til bilar. Til dieseloljuna, sum er ætlað til bilar, eru íblandingarevni latin út í, soleiðis at hon lýkur tey krøv sum bilverksmiðjurnar áseta. Serliga eru tað dieselbilarnir við beinleiðis inspræning, sum fyri alt í verðini ikki mugu brúka fýringsolju. Innspræningspumpurnar koyra við so høgum trýsti, og eru so fíntfølandi, at bert eitt lítið rusk kann verða nokk til at tær taka skaða, og pumpurnar eru dýrar at umvæla. Tað verður heldur ikki tilrátt at brúka fýringsolju til teir gomlu dieselbilarnar. Teir kunnu fáa trupulleikar við motorgongdini, og motorurin fer at rúka. Nøkur bilverkstøð hava fingið bilar inn við trupulleikum, av tí at bileigarar hava nýtt fýringsolju til dieselbilar.
Niðurstøðan má so vera tann at teir bileigarar, sum brúka annað bensin ella aðra olju, enn tað sum bilverksmiðjurnar tilráða, gera tað undir egnari ábyrgd.