Brennivínsframleiðsla

Í suðursvenska býnum Åhus stendur ein sera vakur 100 ára gamalur bygningur, ið fólk á staðnum rópa fyri ”Spritkyrkan” (sí mynd). Tað ljóðar at arkitekturin, ið teknaði bygningin í 1904, Edward Ohlsson, fekk íblástur frá lokalu kirkjuni og annars tjóðskaparørsluni sum var rák, ið tá ávirkaði bæði samfelag og list.

Í dag er Spritkyrkan í Åhus meira kend sum staðið har Absolut vodka verður brent. Ein milliarda-forrætning um allan heim. Svenska tjóðin seldi Absolut í 2006 til franska felagið Pernod Ricard. Absolut er triðstørsta brennivínsmerki eftir Smirnoff og Bacardi.


Tað er heilt greitt at rúsdrekkalógin forðar fyri at brennivín kann framleiðast í Føroyum. Eingin ivi um tað.

Men hóast tað, kunna lesararnir í dag á forsíðuni á Grams síggja stóra mynd av føroyskari vodka-fløsku. Og tað frættist í gjár at føroyskt vodka nú er at fáa í Rúsdrekkasølu Landsins, Eldvatn, teir rópa.

Hvussu ber hetta til?

Jú, tað er føroyska fyritøkan Dism, sum eisini ger snapsin Lívsins Vatn, ið aftur er farið til verka.

Og hesuferð eitt stig víðari.

Teir hava siglt gott føroyskt kelduvatn tvørtur um hav til Íslands og saman við hveitispritt destillerað tað til vodka. Síðani hava teir siglt tað tvørtur um hav aftur til Føroya, men nú við prosentum í, heili 37,5 %.

Á bak-etikettuni stendur at lesa, at brennivínsframleiðsla ikki er loyvd í Føroyum, tískil er hendan vodka-fløskan framleidd í útlegd. Og so stórt Merkið undir liðini.

Etikettan tenderar næstan eitt ”politiskt innlegg” í kjakinum um rúsdrekka-framleiðslu í Føroyum.

Og kanska er stundin eisini komin at fáa eitt kjak um hesi viðurskifti.

Eiga vit at loyva brennivíns-framleiðslu í Føroyum eins og í øllum hinum Norðanlondunum?

Hví ikki?