LØGMANSSTEYPIÐ
Tað gongur ikki væl hjá KÍ, og tað gongur væl hjá HB. Tað gongur so mikið illa hjá KÍ, at teir nú hava knívin á barkanum. Um teir skulu vera við í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, so skulu teir vinna á Toftum leygardagin, og so skal HB samstundis vinna ímóti Skála. Tað gongur so mikið væl hjá HB, at teir longu hava trygjað sær fyrsta plássið í bólkinum og harvið heimadyst í fjórðingsfinaluni.
Tað verður trupult hjá KÍ, sum hevur vánaligar fyritreytir at fara út á Svangaskarð. Heðin á Lakjuni verður leikbannaður, Hjalgrím Elttør verður burturstaddur, og Grímur Vang varð skaddur beinanvegin ímóti gamla felagnum hjá honum, HB.
Leygardagin hittust sigursvandu javnaldrarnir í Klaksvík. KÍ hevði bóltin mest, og klaksvíkingar høvdu fleiri møguleikar at gera mál. Heðin á Lakjuni var einar tríggjar ferðir um reppið at skora, og Alexander Djordjevic hevði eisini stóran møguleika.
Serliga í 1. hálvleiki var HB púrasta á afturpartinum. Teir høvdu ongan málmøguleika og royndu bara at savna seg bara um verjupartin. Eftir steðgin var tað frægari hjá HB, men KÍ stýrdi framvegis. Kortini var tað HB, sum vann ein tryggan sigur. Teir vunnu 3?1.
Fyrsta málið kom, tá 2. hálvleikur var tríggjar minuttir gamal. Rangstøðufellan hjá KÍ kiksaði. Tríggir HB spælarar komu leysir við KÍ málverjanum. Jóhannis Joensen royndi seg fyrst, men Meinhardt Joensen hálvbjargaði. Bólturin fór út til púra leysa Andrew av Fløtum, sum lættliga skoraði.
Andrew av Fløtum økti til 2?0, tá sjey minuttir vóru eftir. Hesa ferð var talan um brotsspark. Tað varð dømt, tá væl upplagdi vongverjin í høgru, Tór?Ingar Akselsen, hevði sneitt fleiri av og varð feldur í KÍ brotsteiginum. Tað málið kom sera væl við hjá HB. Dygst frammanundan vórðu teir undirmannaðir, tí Vagnur Mohr Mortensen hevði fingið seinna gula kortið.
Dómarin hevði lagt meiri enn fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini, og henda løtan var sera hendingarrík. Innskifti Allan Mørkøre minkaði um munin fyri KÍ, tá HB málverjin og verjan fóru púra skeiv av einum innleggi frá honum, sum so fór í málið. So varð Heðin á Lakjuni útvístur fyri hevnisøku ímóti Tór?Ingar Akselsen, og í síðstu løtu staðfesti innskifti Ransin Djurhuus HB sigurin, eftir at hann varð spældur leysur av Rógva Jacobsen.
Fleiri burtur
Bæði KÍ og HB vóru uttan onkrar av føstu monnunum. Hjá KÍ vóru Allan Joensen og Jan Andreasen ikki við, tí teir vóru skaddir. Hjá HB vóru Jan C. Dam, Uni Arge og Nicu Dogaru ikki við.
KÍ var hesa ferð í 3?5?2 útgávu: Meinhardt Joensen ? Grímur Vang, Atli Danielsen, Ove Nysted ? Erling Fles, Jan Joensen, Hjalgrím Elttør, Bárður á Lakjuni, Harley Bertholdsen ? Alexander Djordjevic, Heðin á Lakjuni.
Grímur Vang fór út við skaða í fyrsta minutti. Tá kom Andrass Jacobsen. Allan Mørkøre og Kurt Mørkøre komu eisini inn.
HB var í 4?4?2 útgávu: Bárður Johannesen ? Tór?Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Hans á Lag ? Vagnur Mohr Mortensen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Andrew av Fløtum, Rókur av Fløtum Jespersen.
Dysturin í tølum
KÍ-HB 1-3 (0-0)
0-1: Andrew av Fløtum
0-2: Andrew av Fløtum
1-2: Allan Mørkøre
1-3: Ransin N. Durhuus