Fríggjadagin 23. mai var almenn móttøka í hølunum hjá Vágs Kommunu. Bresti Ryggshamar fór frá sum bókhaldari í Vágs Kommunu. Hann hevur sum fáur verið trúgvur í starvi og hevur tænt mongum borgarstjórum.
Bresti byrjaði í starvi hjá Vágs Kommunu í september í 1974 og kom í fast starv 1. januar í 1975.
À almennu móttøkuni takkaði Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri, fyri trúgvu tænastuna og fyri, at hann altíð var so góður at heita á og so hollur í ráðum. Hon helt, at um so var, at fast stóð onkra løtuna,nú Bresti gevst, so noyddust tey ivaleyst at leita sær ráð hjá Bresta.
Nógv fólk leitaði framvið hendan dagin og Bresti Ryggshamar fekk gávur og blómur handaðar.