Rætturin í enska býnum Sheffield hevur dømt ein 56 ára gamlan mann lívlangt fongsul fyri kynsligan ágang ímóti døtrum sínum. Lívlangt fongsul merkir ikki altíð, at viðkomandi skal sita alt lívið í fongsli, men í hesum føri gjørdi rætturin av, at tann dømdi skal ikki sleppa út fyrr enn í fyrsta lagi um 19 ár og seks mánaðir.
Í Sheffield Crown Court viðgekk maðurin at hava neyðtikið tær báðar døturnar 24 ferðir og fýra aðrar tilburðir, har talan var um annan kynsligan ágang enn neyðtøku.
Í rættinum kom fram, at tær báðar genturnar vórðu við barn 19 ferðir, eftir at pápin hevði neyðtikið tær. Tær fingu níggju børn. Tvey teirra doyðu. Í hinum tíggju førunum mistu tær børnini, og í einstøkum førum valdu tær fosturtøku, sigur BBC.
Kanningarnar hjá ákæruvaldinum avdúkaðu, at ágangurin ímóti gentunum byrjaði, tá tær vóru átta ára gamlar. Settu tær seg upp ímóti honum, hótti hann við at buka tær. Í hesum sambandi varð víst á, at pápin er stórur og prúður maður.
-Øll í húsinum ræddust hann. So skjótt tey hoyrdu bil hansara uttanfyri, lupu mamman og børnini í hvør sítt rúm í húsinum, segði ákærin í rættinum.
Hótti døturnar
Í fleiri førum hótti tann 56 ára gamli døturnar við at halda einum gassbrennara fyri andlitið á teimum, og í rættinum kom fram, at onnur gentan hevði brent seg við vilja nakrar ferðir fyri at sleppa undan áganginum frá pápanum.
Fá vistu, hvat fór fram aftan fyri teir fýra veggirnar í húsum teirra. Skuldu foreldrini út til eitt ella annað, læstu tey børnini inn í hvør sínum kamari. Tey vildu ikki hava barnagentu sum onnur, segði ákærin.
Tað kom fram undir rættarmálinum, at pápin hótti við at beina fyri døtrunum og børnum teirra, um tær royndu at sleppa til rýmingar. Hann mælti teimum frá at varskógva løgregluna, tí hon fór ikki at trúgva teimum kortini.
Tær báðar genturnar byrjaðu at taka p-bollar, men pápin gav teimum boð um at tveita teir burtur, og tær so gjørdu.