Oljuleiting
Um nøkunlunda sama mundið sum føroyingar eru farnir at leggja til rættis uppskot at leggja fyri løgtingið um eina 2. útbjóðarrundu á landgrunninum, boðar bretski oljumálaráðharrin Stephen Timms frá, at DTI, sum umsitur oljuleiting á bretska landgrunninum, at 22. útbjóðingin í teirra øki verður latin upp um nakrar fáar vikur. Hetta stendur m.a. at lesa í grein í oljublaðnum Upstream, sum kom út nú um dagarnar. Blaðmaðurin Christopher Hopson skrivar úr London, at bretska stjórnin fer at leggja fram eina heilt nýggja "Frontier" rundu fyri oljufeløgini, har treytirnar fyri at leita verða nógv lagaligari og linari enn treytir, sum hava verið settar áður í hesum økinum.
Økið, sum talan er um, er Atlantsmótið og her serstakliga økið vestan fyri Hetland. Myndugleikarnir ásanna, at fá framstig eru gjørd í leitingini vestan fyri Hetland, síðani Schiehallionkeldan varð funnin fyri umleið 10 árum síðani. Orsøkin til at stjórnin vil geva oljufeløgunum lagaligari treytir er tann, at stóru oljufeløgini, sum fyrr hava víst hesum leitiøkinum stóran áhuga, eru farin at leggja íløgupengar sínar í onnur øki í heiminum, har tey halda seg kunna fáa meira burtur úr.
Men nú vilja myndugleikarnir so gera eina roynd fyri at skapa nýggjan áhuga fyri økinum, sum er bæði stórt og verður mett at goyma nógva olju og gass. Tískil hevur oljumálaráðharrin givið síni umsiting boð um at bjóða nýggjar teigar út undir nýggjum treytum. Stephen Timms sigur við blaðið, at við at minka um útreiðslurnar og við at økja um loyvistíðina vil stjórnin senda eitt signal til oljufeløgini um, at leiting og útbygging av oljufeltum í avbjóðandi økjum fer at verða stuðlað og stimbrað av myndugleikunum.
Nýggju treytirnar skulu geva feløgunum møguleika at søkja um størri øki fyri ein minni kostnað og skulu eisini geva teimum meira tíð til leiting og útbygging. Feløgini kunnu so lata 3/4 av økjunum aftur eftir eina kanningarperiodu og hesa tíðina kunna tey sleppa 90% bíligari.