Bretar venda Brown bakið

Nýggj kanning vísir, at undirtøkan nú hjá Labour er tann minsta síðani 1983, og at Konservativi flokkurin hevði vunnið rimmar sigur, um val nú hevði verið til Undirhúsið Hann hevði rættiligan undanvind, tá ið hann loysti Tony Blair av. Síðani hevur ikki gingið væl, og nú vísir nýggj kanning, sum Sunday Times hevur kunngjørt, at undirtøkan hjá Labour og Gordon Brown millum bretsku veljararnar bara er 27 prosent.

Hetta er lægsta undirtøkan síðani 1983. Labour hevur seinasta meiri enn tíggju ára skeiðið havt stjórnarvaldið í Bretlandi.

Alt bendir í løtuni á, tá ið tað aftur verður val til undirhúsið, fara teir konservativu og David Cameron at vinna stjórnarvaldið aftur, sum teir mistu í mai 1997.

Nýggja kanningin hjá Sunday Times vísir, at 43 prosent taka undir við Konservativa flokkinum. 16 prosent siga seg stiðja Liberala flokkin, og 13 prosent nevndu aðrar flokkar.

Sambært kanningini hevði Konservativi flokkurin vunnið meiriluta upp á 120 limir, um tað hevði verið val nú.

Kanningin vísir eisini, at fleiri ráðharrar hjá Gordon Brown høvdu mist tingsessin, um val hevði verið nú. Teirra millum hevði verið uttanríkismálaráðharrin Alistair Darling.

Bara 26 prosent søgdu seg halda, at forsætisráðharrin stendur seg væl, og 47 prosent søgdu, at tey ikki halda, at uttanríkismálaráðharrin er førur fyri at røkja sína uppgávu.

Ikki fleiri enn 21 prosent siga seg nú rokna við, at Labour flokkurin er betri førur fyri at betra um livikorini í Bretlandi enn Konservativi flokkurin.

Kommunuval verður í mai, og kanningin bendir á, at talan verður um katastrofuval fyri stjórnarflokkin. Val til Undirhúsið verður í seinasta lagið í juni 2010.