Bretland bannar øllum samkomum við fleiri enn tveimum persónum, undantikið fólk sum búgva saman.
Tað sigur Boris Johnson, forsætisráðharri, sambært Reuters.
Harvið ger Bretland sum Týskland, sum setti líknandi tiltøk í verk í gjár.
Áður hava fólk funnist at Boris Johnson og konservativu stjórn hansara fyri at arbeiða ov seint í stríðnum ímoti koronavirus.
Men í kvøld hevur hann lagt fram eina røð av tiltøkum, herundir forboð ímóti at savnast.
Tiltøkini eru fyribils galdandi í tríggjar vikur. Tey kunnu linkast, um tey vísa seg at hjálpa. Eitt annað tiltak er, at útgonguforboð verður sett í gildi.
– Frá í kvøld má eg geva bretum eini ógvuliga einføld boð. Tit skulu vera heima, sigur Boris Johnson í sjónvarpsrøðu til fólkið.
##med2##
Tað merkir, at bretar bara mugu fara av húsum fyri at keypa inn, fara út at renna ella ferðast til og frá arbeiði. Fólk skulu so vítt gjørligt arbeiða heimanífrá.
– Um tit ikki fylgja boðunum, so hevur løgreglan vald til at handheva reglarnar, sum at geva bøtur og upploysa samkomur, sigur Boris Johnson.
/ritzau/