Bretsk koronakoppseting klár til royndir við fólki

Granskarar frá Oxford hava arbeitt við einari covid-19 koppseting, ið sær so lovandi út, at í næstum verður farið undir at gera koppsetingarroyndir við fólki.

Tað hevur bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, sambært BBC boðað frá í kvøld.

Samstundis hevur bretska stjórnin játtað 40 milliónir pund, ið er um 3,5 milliardir danskar krónur, til tvær covid-19 koppsetingar, har hendan er onnur teirra. Hin er ein koppsetingarverkætlan á Imperial College í London.

Stórabretland hevur seinastu tíðina verið hart rakt av koronavirus, og samanlagt hava 17.337 fólk latið lív av smittuni, ið er 823 fleiri enn í gjár.

129.044 fólk í Stórabretlandi hava koronasmittu, ið er ein vøkstur á 3.401 frá í gjár.

Tað er serliga London, ið er hart rakt av smittuni, og 4.038 av teimum deyðu eru frá London.

Boris Johnson, forsætisráðharrin, sum herfyri lá á intensivari deild orsakað av smittuni, er framvegis við hús, men hevur sambært Hvítu húsunum boðað frá í samrøðu við Trump forseta, at hann hevur tað betri og er í menning.