Enska blaðið Sunday Herald skrivar í vikuni, at fyritøkan Marks & Spencer fer at seta umfatandi tiltøk í verk fyri at tryggja sær, at alilaksur, ið fyritøkan keypir, ikki inniheldur stórar mongdir at kemiskum evnum ella skaðakyktaeitri. Hesi krøvini kunnu eisini raka føroyskar alarar.
Tiltøkini skulu hava við sær, at alivinnan fer at taka annað skinn um bak og levera eina reinari vøru í framtíðini. Hetta er serliga galdandi fyri ta skotsku alivinnuna.
Funnist hevur verið at alivinnuni í Bretlandi seinastu mánaðirnar, tí stórar mongdir av eitrandi kemikalium eru funnar í aldum laksi, sum hevur gingið í ringum í Bretlandi. Marks &Spencer sigur seg ikki kunna bjóða sínum viðskiftafólki laks, har ivamál er um, hvørt hann er fullur av kemiskum evnum.
Tí fer Marks & Spencer í framtíðini bara at keypa laks frá alibrúkum, ið fara væl við umhvørvinum og ikki brúka eitrandi kemisk evni í viðgerðini av laksinum.
Andrew Mallinson, ið stendur fyri innkeypinum av laksi hjá Marks & Spencer, sigur, at fyritøkan ikki fer at keypa laks frá øllum alibrúkum, men bara frá teimum, ið framleiða tann reinasta laksin og annars hava tað besta alibrúkini. Hann sigur, at fyritøkan má seta strangari alarunum strangari góðskukrøv.
Marks & Spencer fer tí at seta á stovn egna góðskumeting av laksinum fyri at tryggja sær, at ongar restir av kemiskum evnum eru í laksinum.
Skotska alivinnan hevur ein stovn, ið tekur sær av góðskukanning av laksinum, men fyritøkan sigur, at fólk hava mist álitið á hesum stovni. Tí er tað neyðugt at fremja egnar góðskukanningar.
Fyritøkan hevur eisini boðað frá, at fiskur, ið var ov gamal at eta, varð sendur á marknaðin við hægsta góðskugóðkenning. Tí er neyðugt við egnum eftirliti.
Marks & Spencer sigur, at fyritøkan í framtíðini bara fer at keypa frá alibrúkum, ið lata laksin hava gott pláss í ringunum og annars reka alibrúkið á nøktandi hátt.
Andrew Mallinson vónar, at vinnan hevur sæð skriftina á vegginum og tekur sær um reiggj í framtíðini.