Bretskur gísli deyður í Afghanistan

Bretska uttanríkisráðið kunngjørdi í dag, at Linda Norgrove, sum varð burturflutt í Afghanistan tann 26. september, doyði, tá roynt varð at bjarga henni í gjárkvøldið. Sambært William Hauge, uttanríkisráðharra, var Linda Norgrove framvegis hjá sínum burturflytarum, tá hon lat lív.

Sambært ráðharranum gjørdu afghonsku myndugleikarnir alt, sum stóð í teirra makt, fyri at bjarga teirri burturfluttu kvinnuni.

Linda Norgrove, sum var 36 ára gomul, arbeiddi amerikanska hjálparfelagsskapin DAI, tá vápnaðir menn tóku hana og tríggjar afghanar í Kunar-landspartinum, sum er tætt við pakistanska markið.

Áðrenn hon fór at arbeiða fyri DAI, hevði hon arbeitt fleiri ár fyri ST í Afghanistan.