Bretskur journalistur leyslatin

Millum mongu útlendsku journalistarnar, sum hava verið við Ocean Warrior er tíðindamaðurin hjá bretska blaðnum The Guardian, John Vedell.

Hann slapp ikki í land, tí hann hevði einki altjóða pressukort. Eftir at hava verið umborð á skipinum í nakrasr dagar bað hann manningina sigla seg til lands, og har stóð løgreglan fyri honum og varð hann ákærdu fyri at hava brotið føroyska lóg við at vera komin ólógliga inn í landið. Men eftir fleiri áheitanir og eitt nú hjálp frá tíðindamonnum á Sosialinum varð hann leystlatin seinnapartin týsdagin.


John Vidal sigur seg vera koman til Føroya fyri at dekka grindamálið frá báðum síðum og vil hann fegin hoyra hvat føroyingar meina um málið. Seinnapartin í gjár var hann gestur hjá kollegunum á Tíðindablaðnum Sosialinum á Argjum. Higani fór hann undir at gera samrøður við føroyingar sum hava eina aðra áskoðan um grindadráp enn Paul Watson. John Vidal, sum býr á Vallaraheiminum við Hotel Føroyar vil fegin í samband við føroyingar, sum kunnu siga teirra søgu um grindadrápið. Hann fer av landinum hósdagin.


Vidal hevur vitjað í 85 londum og er í dag umhvørvisblaðstjóri á kenda bretska blaðnum The Guardian. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir sum journalistur.

Millum annað hevur hann tosað við Pál Veihe, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at grindin skjótt er so dálkað av grannum okkara, at hon ikki longur er etandi. Hetta heldur John Vidal vera eitt sera áhugavert sjónarmið.

Bretski blaðmaðurin fer aftur til London í dag, og væntandi verður tilfar hansara um grindadráp í Føroyum prentað einaferð í komandi viku.