Breyt inn í fiskibát eftir heilivági

- Her vísir tað seg, at brotið er inn í manningarrúmini eftir heilivági sum eitt nú morfini, sigur løgreglan.

Gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevur brotið inn í ein fiskibát við Bursatanga í Havn. 

 

- Sum vit hava skilt, er hetta hent einaferð í vikuni, og fráboðanin um innbrotið kom í gjár, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at tey arbeiða við hesum málinum, og her vísir tað seg, at brotið er inn í manningarrúmini eftir heilivági sum eitt nú morfini.

 

- Vit eru ikki liðug við kanningarnar av hesum máli enn, og tískil er málið heldur ikki uppklárað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Fleiri innbrot hava annars verið í høvuðsstaðnum seinastu tíðina, og eitt nú hevur tvær ferðir verið brotið inn í Mikkeller í Gongini í Havn.