Herfyri hevði onkur sloppið sær inn í matgoymsluna á Hotel Hafnia og hevði stolið dýran mat út aftur við sær. Sum skilst, var talan helst um, at viðkomandi var komin inn gjøgnum einar bakdyr á hotellinum.
Tann, sum framdi tjóvaríið á matgoymsluni á hotellinum, er handtikin og skuldsettur, og maturin er komin afturíaftur.
Herfyri varð eisini brotið inn í Fisk & Chips á Vaglinum í Havn, og her hevði onkur stolið einar 2000 krónur. Eisini her hevur løgreglan handtikið ein persón, og pengarnir eru komnir afturíaftur.
Í morgun visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga, at onkur eisini hevur brotið inn í Mikkeller í Gongini 2 í Havn. Viðkomandi hevði brotið ein rút fyri at sleppa inn, og her er nakað av pengum og rúsdrekka stolið.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey arbeiða við at uppklára málið um innbrotið í Mikkeller, og í hesum sambandi verður eisini kannað eftir, um innbrotið her hevur nakað við onnur líknandi mál í Havn at gera.