Brian Kerr gevst sum føroyskur landsliðsvenjari

Brian Kerr heldur ikki fram sum føroyskur landsliðsvenjari.

 

Christian Andreasen, forseti í FSF, sigur í stuttari fráboðan, at føroyska landsliðið hevur rokkið góðum úrslitum við Brian Kerr sum landsliðsvenjara.

 

- Tí harmar tað okkum, at tað ikki var møguligt at gera nýggjan sáttmála við Brian Kerr, sigur Christian Andreasen.

 

Fótbóltssambandið sigur einki um orsøkina, at samstarvið er endað við Kerr.

 

Tá lutakastið til undanbólkin til HM 2014 var avgreitt í juli, vóru ábendingar um, at Brian Kerr fór ikki at halda fram. Hann vildi ikki siga nakað um uppgávurnar, sum bíða føroyska landsliðnum í 2012 - eisini hóast, at Føroyar komu í bólk við hansara heimlandi, Írlandi. Hann segði seg bara hugsa um komandi avbjóðingina, sum var í Norðurírlandi.

 

- Tað er eitt heilt ár til vit skulu í holt við hasa kappingina, og nógv kann henda fram til tá, segði hann.

 

Fótbóltssambandið hevur samráðst við Brian Kerr um nýggjan sáttmála, men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast at funnið eina semju.

 

Í síðstu viku var Brian Kerr endurgivin fyri at siga við heimasíðuna hjá BBC, at stendur tað honum í boði at taka við sum landsliðsvenjari í Norðurírlandi, er møguleiki fyri, at hann tekur av. Tað er framvegis ikki greitt, um hetta er orsøkin, at hann gevst sum landsliðsvenjari í Føroyum.

 

Bestu úrslitini, sum Brian Kerr hevur rokkið sum føroyskur landsliðsvenjari, vóru sigrarnir á Litava og Estlandi, umframt javnleikin móti Norðurírlandi. Svangaskarður var karmur um hesi úrslitini.

 

Sáttmálaskeiðið millum Brian Kerr og FSF rennur út tann 30. november 2011.